Smátúgvur er 171 blaðsíður við yrkingum, tættum, fosturlandssangum, og sálmum, sum Niels Petur sjálvur hevur yrkt.
Hann er best kendur undir dulnevninum NePtuN, sum hevur gjørt hópin av tættum til V4 sendingarnar hjá Útvarpi Føroya.
Niels Petur Nolsøe er 59 ára gamal og vágbingur. Hann hevur verið fólkaskúlalærari í Vági síðan 1969.
Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969. Tað var, meðan hann gekk á læraraskúla í Havn, at hann byrjaði at yrkja í smáum til veitslur o.l.
Tá hann so kom suður aftur til Vágs, gjørdi hann ymiskar tættir til t.d. nýggjárshaldini í Vági og til onnur tiltøk.
Nú er so ein partur av tí, sum hann hevur yrkt seinastu umleið 40 árini, savnað í yrkingasavninum Smátúgvur.
Ætlanin er eisini at hava eina kvøldsetu í Vági leygarkvøldið 20. november.









