Tað verður ein stór og ókeypis fólkafest, tá klimakonsertirnar ? sum eru skipaðar saman við Roskilde Festivalinum ? verður skotin í gongd 7. desember.
Júst nú er avdúkað, at tað verða teir eisini í Føroyum so kendu Nephew, sum verða fyrsti bólkurin á konsertini á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, tá klimaráðstevnan letur upp 7. desember.
Roskilde Festivalur og Keypmannahavnar kommuna hava í sambandi við klimatoppfundin - »Hopenhagen LIVE«, gjørt eitt tónleikaprogramm, sum sambært teimum sjálvum verður »eitt spenandi musikalskt akkompagnement« til hinar hendingarnar á Ráðhúsplássinum.










