Neistin tríggjar sigrar, H71 tveir og tveir javnleikir

Hagtøl: Neistin hevur ikki tapt í Hoyvíkshøllini hetta kappingarárið

Í kvøld klokkan 20.00 verður seinasti mansdystur spældur hetta kappingarárið. Føroyameistaraheitið verður tá avgjørt ímillum H71 og Neistan, ið bresta saman í fimtu FM-finaluni hjá monnum, og tað er óvanliga torført at spáa um úrslitið.

Hetta verður áttanda ferðin, at liðini hittast hetta kappingarárið, og verður hugt at innanhýsis úrslitunum hetta kappingarárið, hevur Neistin ein evarska lítlan fyrimun. Neistin hevur nevnliga vunnið ein dyst fleiri enn H71. Tveir dystir eru endaðir við javnleiki, umframt fyrstu FM-finaluna, ið mátti avgerast í longdari leiktíð eftir at úrslitið gjørdist 24-24 eftir 60 minuttir. Neistin vann dystin at enda, og hetta var aðru ferð hetta kappingarárið, at neistamenn vunnu í Hoyvíkshøllini. Til samans hava Neistamenn vunnið tríggjar dystir ímóti H71 í ár. Allir í Hoyvíkshøllini. H71 hevur tveir sigrar á Neistanum - Báðar á Hálsi í finalunum.

 

Niðanfyri síggjast úrslit og málskjúttar frá øllum dystum ímillum H71 og Neistan hetta kappingarárið:

 

 

30. september: H71 – Neistin 19-25 (11-16)

H71: Peter Krogh 5, Vilhelm Poulsen 4, Bergur Ákason 2, Pætur Thomsen 2, Leivur Mortensen 2, Niklas Højgaard Hanusarson 1, Hans Kári Hansen 1, Brandur Halgirsson 1, Ári Dam 1

Neistin: Tróndur Kragesteen 5, Rasmus Søby 5, Høgni Zachariassen 5, Karl Martin Olsen 4, Rune Olsen 2, Herbjørn Lava 2, Torkil Hentze 1, Pætur Mikkjalsson 1


28. november: Neistin - H71 26-26 (13-15)

Neistin: Rasmus Søby 15, Jónsvein Dulavík 3, Tróndur Kragesteen 3, Høgni Zachariassen 2, Rune Olsen 2, Nicholas Satchwell 1

H71: Pætur Thomsen 5, Rúni Vest Højgaard 4, Leivur Mortensen 4, Peter Krogh 4, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Brandur Halgirsson 2, Andrias Fríðuson Gaard 1, Sigmundur Dahl, Boas Heinesen 1


20. januar: H71 – Neistin 22-22 (11-13)

H71: Vilhelm Poulsen 6, Rúni Vest Højgaard 5, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 3, Brandur Halgirsson 3, Pætur Thomsen 1

Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Rune Olsen 2, Tróndur Kragesteen 2, Pál Niclasen 2, Dánjal Ragnarsson 1



31. mars 1. FM-finala: H71 – Neistin 28-30 (24-24 / 12-14)

H71: Pætur Thomsen 11, Peter Krogh 9, Hilmar Leon Jakobsen 2, Brandur Halgirsson 2, Vilhelm Poulsen 2, Niklas Højgard Hanusarson 1, Rúni Vest Højgaard 1

Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 6, Tróndur Kragesteen 5, Pætur Mikkjalsson 4, Karl Martin Olsen 3, Dánjal Ragnarsson 3, Rune Olsen 1


3. apríl 2. FM-finala: Neistin – H71 23-32 (12-16)

Neistin: Tróndur Kragesteen 5, Høgni Zachariassen 4, Torkil Hentze 3, Rasmus Søby 3, Rune Olsen 2, Karl Martin Olsen 2, Pætur Mikkjalsson 1, Dánjal Ragnarsson 1 ,Tróndur Mikkelsen 1, Teis Horn Rasmussen 1

H71: Hilmar Leon Jakobsen 9, Peter Krogh 6, Niklas Højgaard Hanusarson 4, Vilhelm Poulsen 4, Brandur Halgirsson 3, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Bergur Ákason 1, Rúni Vest Højgaard 1



19. apríl 3. FM-finala: H71 – Neistin 26-28 (14-11)

H71: Peter Krogh 9, Hilmar Leon Jakobsen 5, Vilhelm Poulsen 5, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Rúni Vest Højgaard 2, Leivur Mortensen 1, Hans Kári Hansen 1

Neistin: Høgni Zachariassen 10, Dánjal Ragnarsson 5, Rasmus Søby 5, Rune Olsen 2, Torkil Hentze 2, Tróndur Kragesteen 2, Tróndur Mikkelsen 2



22. apríl 4. FM-finala: Neistin – H71 25-30 (15-15)

Neistin: Tróndur Mikkelsen 7, Rune Olsen 6, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Dánjal Ragnarsson 2, Rasmus Søby 2, Pætur Mikkjalsson 1

H71: Hilmar Leon Jakobsen 9, Leivur Mortensen 8, Pætur Thomsen 4, Brandur Halgirsson 3, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Vilhelm Poulsen 2, Rúni Vest Højgaard 1, Peter Krogh 1