Kvinnurnar hjá Neistanum hava vunnið 27-23 í fyrstu FM-finaluni ímóti Stjørnuni, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi. Neistin var á odda 17-12 í hálvleikinum.
Dysturin byrjaði javnt og eftir 20 minuttir stóð á jøvnum 11-11. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Barbara Brauer skjeyt fýra av teimum fyrstu fimm málunum hjá Neistanum, men í seinna hálvleiki hevur hon fyri tað nógva verið mansvard.
Síðstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki og fyrsta korterið av seinna hálvleiki gjørdi Neistin bart og vann seg avgerandi framum. Eitt skifti var støðan 22-13 til Neistan, og í einar 20 minuttir fekk Stjørnan bara eitt mál, meðan Neistin skoraði eini átta ella níggju.
Erla Eliasen stóð hesa løtuna sera væl í Neistamálinum og mestsum stongdi málið í løtum, eitt nú við fleiri heilt framúrskarandi bjargingum. Men at Neistin ikki slapp at gera arbeiðið ordiliga liðugt, var eisini fortjenestan hjá málverjanum í Stjørnu-málinum, Mariana Lukic, ið stóð væl síðsta korterið.
Eitt skifti var líkt til, at Neistin fór at vinna ein eyðmýkjandi stórsigur á Stjørnuni, men klaksvíkskvinnur komu væl fyri seg aftur og fingu minkað støðugt um munin, so bara fýra mál vóru á muni, tá avtornaði. Kanska Neistin tók sær av løttum, men tað tekur einki frá Stjørnuni.
Nú hava hesi bæði liðini spælt sjey dystir ímóti hvørjumøðrum í vetur, harav Neistin hevur vunnið fýra, Stjørnan tveir og ein er endaður javnur. Onnur finalan millum hesi bæði liðini verður spæld í KÍ-høllini leygardagin klokkan 15.