Neistin er helst liðið, sum hevur tikið flest fólk á bóli fyrstu umførini av landskappingini í manshondbólti í ár. Saman við H71, VÍF, KÍF og Kyndli stríðast teir bláu um at halda fast í oddasessunum í kappingini, og í dag verður talan um týðandi uppgerð í so máta.
Hoyvíkingar tóktust kanska heldur trekir fyrstu umførini, men seinastu vikurnar hava teir fingið ferð á, og eingin ivi er um, at teir ætla sær stigini í dag. Eingin ivi er um, at bæði liðini fara at leggja nógv fyri, og tí skuldu útlitini fyri einum spennandi dysti avgjørt verið góð.
Dysturin í dag byrjar klokkan 16.00.