VÍF-Neistin 28-28 (15-21)
Seinast VÍF tók ímóti Neistanum í høllini í Vestmanna, eydnaðist Neistanum heldur óvæntað at vinna ein tryggan sigur, so nú var spurningurin, um neistamenn fóru at endurtaka bragdið frá grundspælinum.
Undan dystinum var VÍF greitt oddalið í bestu deildini, og teir skuldu royna at halda fast um hesa støðuna, meðan Neistin helst skuldi hava ein sigur, fyri ikki at missa kontaktina við hini liðini, sum stríðast um pláss í finaluni um meistaraheitið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin vísti stórspæl
Undan steðginum var rættiliga líkt til, at Neistin fór at geva VÍF av somu skuffu, sum teir fing seinast liðini møttust í Vestmanna. Neistin legði nevniliga sera væl fyri, og mest sum alt fyri eitt vísti teir, at teir vildu vinna dystin henda dagin. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá ið Neistin hevði lagt seg fram um 5-1, og nú høvdu teir lagt støðið fyri fyrra hálvleik.
Fyrstu løtuna tóktust vestmenningarnir slett ikki vera vaknaðir, men eftir eini løtu kom teir eitt sindur betri við. Teir megnaðu at minka um munin niður í tvey mál, men so tók Neistin yvir aftur. Teir vístu serstakliga gott spæl í fyrra hálvleiki. Verjuspælið hjá Neistanum var kanska ikki altíð av tí besta, men í hinum endanum spældu teir sera skjótan og góan hondbólt, og hetta gav verjuni hjá VÍf stórar trupulleikar.
Sum hálvleikurin leið, gjørdist munurin bara størri og størri. Neistin helt fram við at trýsta VÍF liðið, og tá dómarin bríkslaði liðini til hálvleiks, hevði Neistin vunnið sær eina trygga seks mála leiðslu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$VÍF verjan steðgaði Neistanum
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gekk rættiliga friðarlaga fyri seg. Liðini fingu ikki so nógv mál, og tá Neistin so bleiv rakt av einari dupultari útvísing, megnaði VÍF at fáa tvey mál á rað. Nú munda kanska tey flestu halda, at VÍF fór at rakna við, men í staðin var tað Neistin, sum fann spælið fram aftur frá fyrra hálvleiki. Teir koyrdu á, og tá ið fyrsta korterið var farið av seinna hálvleiki, hevði Neistin vunnið sær eina trygga átta mála leiðslu, og nú tóktist dysturin í roynd og vera avgjørdur. Her var nevniliga einki, sum bendi á, at VÍF fór at koma inn aftur í dystin.
Hvat so hendi eftir hetta, er ilt at meta um. Brádliga byrjaðu vestmenningarnir at spæla sum einglar. Alt fór at rigga. Verjan steðgaði mest sum hvørjum neistaálopið, álopið byrjaði at koyra, sum vit hava sæð tað so ofta fyrr í ár, og spakuliga byrjaðu teir at minka um leiðsluna. Munurin kom fyrst niður á fimm mál, áðrenn Neistanum aftur fekk økt uppí sjey mál við tíggju minuttum eftir á klokkuni, men so fekk verjan hjá vestmenningum nokk.
Við 10 minuttum eftir at leika, valdu teir at fara út at mansverja bæði Áka Mørk og Trónda Kragesten, og hetta gav úrslit. Nú bleiv millum lítið og einki skil á álopsspælinum hjá Neistanum, og hetta gjørdi VÍF sær dælt av. Síðstu 10 minuttirnar megnaði Neistin nevniliga slett ikki at skora, meðan VÍF skoraði næstan eftir vild í hinum endanum, so munurin millum liðini bara minkaði og minkaði. Í seinastu minuttinum fór VÍF í álop aftanfyri við einum máli, og her eydnaðist Inga Olsen at fáa mál í seinastu sekundunum, og sostatt endaði dysturin í Vestmanna við javnleiki 28-28.
Eftir dystin munnu neistamenn føla seg væl og virðiliga snýttar. Teir gjørdu at kalla alt rætt fyrstu 45 minuttirnar, men síðsta korterið blakaðu teir alt á gólvið, og so stjól VÍF annað stigið.
Fakta
VÍF-Neistin 28-28 (15-21)
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 7 (1), Agnar Joensen 7 (1), Harald Bjørgvin 4, Ingi Olsen 3, Rói Lamhauge 2, Áki G. Olsen 2, Áki Olsen 1, Rúni Joensen 1, Regin Joensen 1
Neistin: Roar Dalsgarð 8, Blagoje Buha 5 (1), Áki Mørk 4 (2), Carl Herup Olsen 4, Tróndur Kragesten 3, Dann Thorleifsson 2, Birgir Poulsen 1, Jugoslav Djumic 1
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 4
Útvísingar: VÍF 0, Neistin 4
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum