Nazistar millum AGF-viðhaldsfólk

Danmarks Radio avdúkaði sunnukvøldið, at tætt samband er millum danskar nazistar og partar av viðhaldsfjøldini hjá AGF.

Ein anonymur limur í tí tiltikna viðhaldsfelagnum hjá AGF, White Pride, greiddi frá, at nazistiskir tankar hava vunnið hevd í felagnum. Og hann segði, at White Pride, sum er eitt felag hjá einum parti av AGF-viðhaldsfólkinum, brúkar fótbóltsdystirnar til at breiða boðskapin um tað ariska fólkaslagið og tað, sum hartil hoyrir.

Á internetinum hevur ein nazistagranskari hjá felagsskapinum DEMOS funnið eina tøkk frá nazistum til White Pride eftir ein veitslu, sum var hildin uttanfyri Horsens herfyri, og sum hevði stórt rok við sær.

Nazistajagstrarin og fyrrverandi PET-agenturin Frede Farmand segði, at nazistarørslan brúkar eitt nú fótbóltdystir hjá AGF til breiða sínar tankar, og tað gera teir í samstarvi við White Pride.

DR hevði roynt at fáa eina viðmerking frá AGF til tíðindini, men nevndarformaður vildi ikki verða við í innslagnum.

Ein kriminalpolitistur helt, at uttan at yvirdríva vandan, so skuldu upplýsingarnar takast í størsta álvara.