Navnið spillir ongan í Kvívík

VALSTAÐ Størri spenningur var um valúrslitið í Kvívík enn nakrantíð áður. Í gomlum døgum átti bygdin sín fasta tingmann, men hesaferð var hugsandi - ella kanska vandi fyri - at presturin í bygdini slapp á ting. Gjørdi hann tað, so misti bygdin samstundis sín vælumtókta prest.

Kvívík: Líkt er til, at tað er fyrstu ferð at ungi maðurin skal greiða atkvøðu. Hann er komin inn í gongina í bygdarskúlanum, har valstaðið er.

Inni í fimleikarhøllini eru tvær kvinnur í ferð við at gera sína borgarliga skyldu. Tær práta við limirnar í valstýrinum, og geva sær góða tíð.

Um tað er av kurteisi ella fávitsku, at hann ikki fer innar, er ikki gott at vita. Eingin ivi er um, at hetta er ein stórur dagur fyri hann eisini. Hann er komin higar við unnustu síni, sum fær høvið at hyggja eftir gomlum myndum av skúlabørnum í Kvívík, meðan hann greiðir atkvøðu.

Hetta er ein serstakur dagur, eingin ivi um tað. Hann setur tuflurnar frá sær í gongini, fer við unnustuni niðan í gongina, har myndirnar hanga. Høvdu nú bara hasar báðar damurnar gjørt seg lidnar. Typiskt konufólk, at geva sær sooo góða tíð ein slíkan dag, nú hann skal á val.

Umsíðir hava tær roksað seg lidnar, og nú er tað hansara túrur. Hann fer yvir til teir fýra limirnar í valstýrinum. Heilsar fyrst uppá Jonnu, síðani Guðny og Tummas Marna, áðrenn hann fær eitt vinarligt bros frá Randi, sum er formaður í valstýrinum.

Tey greiða honum stutt frá, hvat skal ganga fyri seg. Ikki bara stutt, men eisini greitt:

- Tú skal bera seta ein einstakan kross á atkvøðuseðilin. Hvar, tú setur hann, tað bestemmar tú sjálvur.

Hann fær seðilin, fer inn í atkvøðuboksina, og hevur løtu seinni sett sín kross, latið seðilin í kassan við øllum hinum atkvøðunum í, og fer síðani út aftur.

Hann fer eisini niðan í gongina, har myndirnar hanga, og fer løtu seinni fylgjandi út aftur við unnustu síni. Nú verður bara spennandi at vita, hvussu valúrslitið kemur. Um hansara valevni ger eitt gott val. Og ikki minst, um hann og hini í bygdini mugu innstilla seg uppá at fáa ein nýggjan prest, meðan teirra egni situr á tingi.

Teimum dáma væl prestin, men nú er so spurningurin um hann er eins væl umtóktur kring landið sum politikkari.

Dagurin er ikki meiri enn hálvur, og veðrið er framvegis gott. Ein kann náa at gera eina rúgvu, áðrenn valsendingin í Kringvarpinum byrjar.


Einki valsvik

Fyri at alt skal ganga rætt og skjótt fyri seg hevur Kvívík eisini sítt egna valstýri. Tey hava í góðari tíð frammanundan lagt alt væl og virðiliga til rættis, soleiðis at eingin skal kunna taka orðið "valsvik" uppá tungu í teirra bygd.

Fýra fólk sita í valstýrinum, og tey hava øll royndir sum slíkt: Jonna Nielsen, Guðny Jacobsen, Tummas Marni Joensen og Randi Jacobsen, sum er formaður og hevur verið í valstýrinum í sjey ár.

Uppgáva teirra er at taka ímóti valkortinum, geva veljaranum atkvøðuseðil sín og tá alt er yvirstaðið at telja atkvøðurnar, boða Kringvarpinum frá og síðani goyma alt undir tryggum umstøðum.

At tað er neyðugt við royndum í hesum starvinum, fáa tey skjótt at sanna.


Miðlarnir

Ein heilt onnur uppgáva hjá einum valstýri er at taka ímóti fjølmiðlafólki, um tey altso vísa bygdini tann áhugan.

At valið í Kvívík veruliga hevði áhuga prógvaði leygardagurin so sanniliga. Ikki færri enn tríggir - um enn ikki fýra - ymiskir fjølmiðlar vitjaðu bygdina innanfyri ein og sama tíma. Ein spurningur sum varð umrøddur í einum heilt fjórða miðli, var tá ein á Portalinum kallaði hetta ein søguligan dag í Kvívík við sínum 375 íbúgvum. Hetta komst av at ikki færri enn trý valevni vóru hiðani - Petra Iversen fyri Sambandsflokkin og Theodor E.D. Olsen og Súsanna Mortensen fyri Javnaðarflokkin.

Fyrstir í Kvívík vóru tó sjónvarpsfólkini. Tey høvdu sett sær fyri at lýsa spurningin, hvat fólkið segði til at prestur teirra, Theodor E.D. Olsen ikki bert var uppstillaður, men kanska eisini hevði ein møguleika at verða valdur.

Spurningur teirra var, hvørt tey vildu velja hann, tí hann var so væl umtóktur. Men, sum víst á omanfyri, kundi hetta eisini føra við sær, at tey komu at liggja í prestaloysi. Hetta málið tók sjónvarpið sær av.

Tey úr sjónvarpinum vóru ikki meiri enn farin av valstaðnum við síni útgerð, so var Sosialurin á vitjan við einum heilt øðrum vinkli. Umboðið hjá Sosialinum ynskti at vita, hvussu eitt valstað virkar og hvussu tey duga og megna at taka ímóti teimum ymisku veljarunum. Beint í hølunum kom útvarpið, sum fylgdi eini ungari gentu úr bygdini, sum á fyrsta sinni skuldi velja til løgtingið.


Valkortið eftir

At valstýrið í Kvívík veruliga livir upp til sítt navn, heiti og ábyrgd fekst fullgreið vissa fyri eina løtu seinni.

Nú gongur hurðin aftur, eins og so mangan áður henda dagin. Inn kemur ein eldri maður við stavi í hendi. Hann skal eisini velja. Men hann hevur ein trupulleika: Valkortið lá eftir heima við hús.

Hetta er kortini ikki ein trupulleiki sum tey ikki vita ráðini fyri. Her er ein føst mannagongd, ið fylgjast skal.

Hóast bygdin er lítil og øll kenna hvønn annan, skal tann fastlagda mannagongdin og kunngerðin um løgtingsval fylgjast. Fyrsti spurningurin til 83 ára gamla mannin er tí sum vera man, hvussu hann eitur.

Hetta átti at verið ein einfaldur spurningur at svara hjá einum og hvørjum. Hóast ein er komin væl til árs, er navnið eins greitt og eins týdningarmikið fyri hin einstaka.


Lokali kunnleikin

Nú stingur ein trupulleiki seg upp, tí maðurin sigur seg eita Líggjas, men í yvirlitinum finst eingin við tí navninum. Hetta má greiðast fáast á, og tí verður spurt um eftirnavn. Tað er í lagi, men so má ein royna við bústaði. Hann er eisini í lagi, men fornavnið er ikki tað sama: Líggjas og Eli er ikki neyðturviliga sami maður. Teir kundu verið brøður, tvíburar ella feðgar.

Men her kemur tann lokali kunnleikin øllum til góðar. Tí tey semjast skjótt um, at maðurin á mannamunni verður nevndur Líggjas, men at føðibræv hansara sigur og skrivar Eli. Hetta forðar honum kortini ikki í, at sleppa at greiða atkvøðu fyri sínum valevni. Og løtu seinni er valið 2011 avgjørt fyri hansara viðkomandi.

Her er eingin tíð at spilla. Hann tosar ein løtu við valstýrið, og fer síðani út fyri dyr. Eisini hann man fara at fylgja væl vil úrslitinum úr heimbygdini í kvøld.

Tað skuldi helst verið klárt ein tíma eftir at valhølið letur aftur. Men verður valluttøkan stór, kann hugsast at tað tekur eitt sindur longri tíð.

Sum støðan er nú, skulu kvívíkingar, um ikki okkurt óvæntað hendir, aftur til valborðið um eitt ár, tá nýtt bygdaráð skal veljast.

Tann stóri spurningurin er so, um tað valið verður eitt val, har umboð skulu veljast til Kvívíkar kommunu - ella eitt val, har bygdin skal umboð til Tórshavnar Kommuna. Tað fer hetta komandi árið at vísa.

(PS. Valúrslitið vísti tó, at kvívíkingar varðveita sín prest. Hóast hann fekk flestar atkvøður á sínum flokki, var tað ikki nóg mikið til at verða valdur.)