Navnið kann forða honum at gerast forseti

Navnið spillir ongan, men kann ein amerikanskur forseti eita Hussein til millumnavn?

Fær senatorurin Barrack Obama sín vilja, verður hann tann fyrsti svarti forsetin í USA. Í gjár handaði hann valnevndini eina fráboðan um, at hann er til reiðar at stilla upp, men hann hevur ein trupulleika. Á navnabrævinum, sum fylgdi við fráboðanini, sæst, at hann eitur ikki bara Barrack Obama, men Barrack Hussein Obama. Júst millumnavnið kann vísa seg at gerast ein meinbogi, tí nógvir amerikanarar fara at hava ilt við at góðtaka, at ein amerikanskur forseti skal eita Hussein.

Tað var Barrack Obama væl, og tí brúkar hann ikki millumnavnið longur. Í einari bók, sum hann gav út stutt eftir atsóknirnar tann 11. september í 2001, skrivar hann, at hann fekk eina áheitan frá sínum demokratisku ráðgevum um at strika millumnavnið, tí tað kundi gerast ein politiskur trupulleiki.

Hansara republikonsku mótstøðumenn gera harafturímóti alt fyri at minna fólk á, hvussu senatorurin í Illinois eitur, og tað gjørdi ikki støðuna betri, tá ein sjónvarpsvertur hjá CNN var mismæltur og kallaði senatorin Osama ístaðin fyri Obama. Er Hussein-navnið illa umtókt í USA, er Osama uppaftur verri.

Tann 10. februar fer Barrack Obama undir valstríðið, sum eftir hansara ætlan skal enda við, at hann verður tann fyrsti svarti forsetin í USA aftan á valið næsta heyst.