Navia keypir ull í býti við vørur

- Vit fara at lata 5 krónur fyri kilo av ull, sum verður avroknað við vørubýti hjá Navia.

 

Tað er ikki rætt, at eingin fer at keypa ull, nú bóndur og fólk annars, sum eiga seyð, fara at royta.

 

Tað hevur annars verið frammi, at øll ullin fór at fara fyri einki í summar, tí eingin keypari er, og tað seinasta er, at Sirri fer at taka ímóti ull, um hon verður latin fyri einki.

 

Óli Kristian á Torkilsheyggi á Nesi, sum eigur fyritøkuna Navia, sigur, at hann hevur gjørt av at keypa ull í summar í býti við vørur, sum Navia selur og framleiðir.

 

- Vit fara at lata 5 krónur fyri kilo av ull, sum verður avroknað við vørubýti hjá Navia.

 

Hann vísir á, at Navia hevur ikki kapasitet til at keypa alla ullina í Føroyum, men at fyritøkan hevur avmarkað seg til í summar at keypa ull úr Syðrugøtu, bygdunum við eystara arm á Skálafjørðinum, íroknað Lamba, Rituvík og Æðuvík.

 

- Eg vænti, at vit kunnu keypa eini fimm tons av ull. Móttøkan verður í Gamla Turkihúsinum á Toftum, har vit hava leigað okkum inn.

 

Navia framleiðir ymisk sløg av tógvi og troyggjum. Ullin, sum Navia tekur ímóti, verður skild og pakkað her í Føroyum. Síðani verður hon spunnin til tógv uttanlands.

 

Óli Kristian á Torkilsheyggi vísir á, at Navia hevur ymiskar klædnavørur, sum fólk kunnu fáa í býti, eitt nú arbeiðsklæði, fjallastyvlar, jakkar og regnklæði, umframt tær vørur, sum Navia virkar og selur.

 

- Ullamóttøkan hjá okkum byrjar í fyrstu viku í august, sigur eigarin av Navia.