Natalie Portman við í ?Brødre?

Tá ið filmurin ?Brødre? hjá donsku Susanne Biers verður gjørdur um til ein Hollywood-film, fer vakra Natalie Portman at síggja á rollulistanum. Tá ið Susanne Biers í 2004 gjørdi psykologiska dramafilmin hjá sær, ?Brødre?, hevði hon neyvan væntað, at filmurin eisini fór at gerast populerur í USA.

Susanne hevur seinasta árini gjørt nógv um seg í útheiminum. Filmur hennara ?Efter Brylluppet? varð í 2006 nomineraður til ein oscar fyri besta útlendska film (hetta heitið vann týski filmurin ?Das Leben der Anderen? tó).

 

Leikstjórin á amerikaniseraða útgávuni av ?Brødre? verður Jim Sheridan, sum eisini var maðurin aftan fyri 50 Cent filminum ?Get Rich or Die Tryin??.

Portman kemur í filminum at spæla saman við m.a. Tobey Maguire og Jake Gyllenhall.

 

Maguire, sum varð kendur úr Spiderman-filmunum, fer at hava rolluna hjá Ulrik Thomsen sum soldaturin Michael, ið verður sendur til Afganistan sum kríggsfangi.

 

Gyllenhall skal spæla beiggi Michael, Jannik. Hesin leikluturin varð í donsku versiónini spældur av Nikolai Lie Kaas, men nú fáa vit at síggja, um Gyllenhall klárar rolluna sum ein uppreistarsligur beiggi eins væl og Nikolai. Gyllenhall fekk nógv orð við á vegnum, tá ið hann fríggjaði við Heath Ledger í cowboyfilminum ?Brokeback Mountain?.

 

Kona Michael, sum í donsku versiónini er spæld av Connie Nielsen, skal altso vera Natalie Portman í amerikanska filminum.

 

Fyrsti Hollywoodfilmurin hjá Susanne Biers er eisini við at vera klárur. Hesin eitur ?Things We Lost in the Fire? og hevur m.a. Halle Berry á rollulistanum. Hóast filmurin kemur út í USA seinni í hesum mánaðinum, mugu vit í Føroyum bíða heilt til 2008