Natúrligt ella ansstyggiligt?

Seinastu vikuna hevur alt USA verið á gosi um forsíðuna á blaðnum Time Magazine. Anstyggiligt, vemmiligt og ónt móti soninum, er nakað av tí, sum er sagt.

Kvinnan á myndini eitur Jamie Lynne Grumet og er mamma at tveimum børnum. Eitt av teimum er trý ára gamli sonurin á myndini. Hann fyllir fýra ár í juni og fær sær enn frá bróstinum nakrar ferðir um dagin.

Greinin inni í blaðnum snýr seg um "attachment parenting", sum gongur út upp á, at barnið skal vera so tætt at foreldrunum sum gjørligt. Men greinin hevur ikki vakt so stóran ans sum myndin á forsíðuni hevur.

Jamie Lynne Grumet er ovfarin av, hvussu fólk reagera, men sigur at hon sjálv fekk frá mammu síni, til hon var seks ára gomul, og at fólk mugu skilja, at hetta er biologiskt natúrligt, men ikki sosialt góðtikið.

Við myndini vónar hon, at tað verður meira vanligt at síggja mammur geva børnum, ið eru eldri enn pinkubørn.

Spurningurin er bara so, hvat vit halda - natúrligt ella andstyggiligt?