Eygleiðaraskipanin hjá NAMMCO umfatar nú eisini grindadrápið í Føroyum. Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdjór, NAMMCO, hevur havt eina eygleiðaraskipan seinasti níggju árini.
Nú hevur nevndin gjørt av, at í ár skal hon hava eftirlit við føroyska grindadrápinum, og í tí sambandi verður ein eftirlitsm,aður hjá NAMMCO í Føroyum í nakrar vikur í summar.
Í fjør kannaðu eygleiðarar hjá NAMMCO hvalaveiði í Grønlandi og Noregi.