Í lítla bóklinginum, sum fylgir við fíggjarlógaruppskotinum, sigur Karsten Hansen, at aðalmálið hjá samgonguni er fullveldi og ein sjálvaberandi búskapur. Og her gongur sjón fyri søgn. Høgrasnaringin er alt meira týðilig - sjálvsøkni vinnur á felagsskapinum og solidaritetinum.
Samgonguskjalið sigur, at munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini skal vaksa positivt á hvørjum ári. Munurin millum inntøkur og útreiðslur gevur antin yvirskot ella hall, men tíbetur hava seinastu árini við risavøkstri í búskapinum gjørt, at hesin munur hevur verið yvirskot. Tá hesin skal vaksa positivt á hvørjum ári, má tað merkja, at yvirskotið hvørt árið skal økjast. Men so er ikki tíverri, tí uppskotið til fíggjarlóg gevur eitt yvirskot upp á 100 mió. kr. áðrenn avdráttir (við avdráttum eitt hall upp á 50 mió. kr.) Hetta tal var í inniverandi ári 240 mió. kr. So her er ein negativur vøkstur.
Tað hevur verið siðvenja mongu seinastu árini, at fíggjarlógirnar hava verið undirmettar ella undirbudgetteraðar, og síðan hava vit verið undirdíktir við eykajáttanum fyri hundraðtals milliónir. Alt bendir á, at hetta uppskotið ikki er nakað undantak í so máta. Sum dømi kann eg nevna, at til Medicoteknisk tól eru settar av 8 mió. kr, hóast keypast skal fyri 35 mió. kr. í 2004.
Gaman í, fráboðaði skattalættin er við. Men so er at spyrja, um borgaran nú fær lættan, ella um skattalættin verður tikin inn aftur við hinari hondini. Og so er. Ein røð av nýggjum avgjøldum ella brúkaragjøldum verða nú innførd. Umframt hesi brúkaragjøld so minkar almenni studningurin til mjólk við 550.000 kr, sum so aftur fer at merkja, at mjólkin fer at dýrka. Sethúsaeigararnir missa part av rentustuðulinum, tí hesin verður skerdur úr 40 niður í 37%, og landskassin sparir á leið 15 mió. kr. Men fyri teir sperdu sethúsaeigararnar, t.v.s. ungu barnafamiljurnar merkir hetta, at fíggjarliga rásarúmið hvønn mánaða fer at minka.
Stuðulin til uppihaldspening upp á smáar 7 mió. kr. verður strikaður.
Umframt hetta, so er vorðið alt meira vanligt, at landskassin kastar ábyrgdir frá sær og yvir á kommunurnar. Varð hetta gjørt fyri at betra tænastuna, so var tað sín søk, men hetta verður gjørt til tess at sleppa landskassanum undan útreiðslum. Kommunurnar fáa einki fíggjarligt endurgjald fyri nýggju fíggjarligu byrðurnar. Barnaforsorgin, sum kostar 32 mió. kr. verður flutt til kommunurnar, og skúlabarnaflutningurin, sum altíð hevur verið partvís landsuppgáva, verður nú eisini flutt til kommun-ur-nar, og í báðum førum fylgja eingir pengar við.
Tað er rættiliga týðiligt, at landsstýrið hevur havt trupulleikar við at fáa roknistykkið at ganga upp. Tí hevur man við ljós og lykt leita eftir pengum. Bygningar, sum tað almenna eigur bæði postverksbygningurin á Argjum, sum Karsten Hansen áður vildi hava til almenna umsiting, og íbúðarbygningarnir á Landssjúkrahúsinum verða bodnir til sølu, soleiðis at fíggjarlógin ikki skal geva beinleiðis hall áðrenn avdráttirnar.
Føroya Tele skal gjalda 17 mió. kr. í vinningsbýti í mun til 3 mió. kr. í ár. Hvat ávirkan hetta fær fyri Føroya Tele og okkum sum kundar vita vit ikki, men ivaleyst setur tað Føroya Tele í eina ringa støðu, tá tað snýr seg um bíligari tilboð og betri tænastu til brúkaran. Men sitrónin verður pressað, nú peningaríkiligheitin minkar, og avleiðingin av minkaða ríkisstuðulinum upp á 366 mió. kr. fer at gera um seg.
Annars vil eg siga, at tað er skilgott av landsstýrinum at royna at sleppa bíligari í rentum av almennu skuldini. Lánið til ríkiskassan er løgd først til 5% p.a., og hetta er hægri enn marknaðarrentan er í dag. Men um tað er rætt av landsstýrinum at brenna stórt sæð alt yvirskotið í Landsbankanum av til niðurgjalding av skuld, fari eg at ivast í. Eg trúgvi eisini, at her býr heldur eitt politiskt motiv undir enn eitt búskaparligt. Vit hava brúk fyri einum tryggum reserva í Landsbankanum, tá tíðirnar versna, og tí ivist eg í, um hetta er rætt. Tað kundi eisini hugsast, at lángevarin var sinnaður til at endursamráðst um lánitreytirnar frá 1998.
Meira um alt hetta seinni.










