Nakað færri løn­takarar enn fyri ári síðani

Árstíðarjavnað vóru tað 23.642 løn­takarar í juni, ið er umleið tað sama sum und­an­farnu tveir mán­að­ir­nar. Gongd­in sein­astu tvey árini er annars, at løntakaratalið var veksandi frá miðskeiðis í 2011 fram til juni 2012, tá tað var 23.774. Síðani er tað líð­andi minkað við eini stórt­hundr­að løntakarum.
Tá hugt verður eftir løn­takarum eftir vinnu­grein, ber ikki til at árs­tíðar­javna, tí sveiggini í fiski­vinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátt­urin at samanbera við sama mánað árið fyri.
Í fiskivinnuni vóru 110 løn­tak­ar­ar færri í mun til juni 2012. Afturgongdin er 2,8%. Tað er eisini afturgongd í byggivinnuni, har tað í juni vóru 39 færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í tænastuvinnunum, bæði privatar og almennar, er ongin broyting.
Sjálvt um tað hava verið remb­ingar í fiskivinnuni sein­nu árini, so skerst ikki burt­ur, at gongdin síðan 1985 hev­ur verið eitt javnt fall í løn­takar­a­talinum í hesum vinn­um.
Frá 1985 og fram til kreppu­na í 1992 vóru yvir 6.000 løntakarar í hesum báð­um vinnugreinum tilsamans, tá tað var uppá tað mesta. Tá kreppan rakti minkaði hetta niður í 4.000.
Í tíðarskeiðnum frá 1993 til 2005 var gongdin ein javnur lítil vøkstur, sum tó kortini bert megnaði at koma uppá áleið sama støði sum undan 1992 kreppuni.
Síðan 2005 hevur tað aftur verið javnt fall, og ser­l­iga í 2011 var stórt fall í fiska­vøruídnaðinum. Sum gongd­in er í løtuni kann stað­festast, at løntakaratalið í hesum vinnugreinum er um­leið 2.800 - tað er tað minsta nakran­tíð.
Árstíðarjavnað tøl eru reins­að fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveigg­ið í virkseminum mill­um vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mán­­að fyri mánað, uttan at sam­anberingin verður órógv­að av regluligum sveiggjum mill­um árstíðirnar.
Í trendinum er har­um­­framt lagt upp fyri øðr­um óregl­u­semi í mán­að­ar­ligu tølunum, og tá sæst tann undir­liggj­andi lang­tíð­ar­gongd­in í lønunum.