Tey fyrstu tíðindini í morgun søgdu, at 368 av teimum 477, sum vóru við ferjuni, vóru bjargað, men nú verður sagt, at 180 eru bjargað, og at bjargingarlið leita eftir næstan 300, sum ikki eru komin afturíaftur.
324 av ferðafólkunum vóru framhaldsskúlanæmingar, sum skuldu út á Jeja at halda frí saman við 14 lærarum.
Sambært suðurkoreonskum fjølmiðlum sakk ferjan góðar 10 fjórðngar frá einari oyggj, sum eitur Byunngpoong. Ferðafólk hava greitt frá, at tey hoyrdu ein brest, og at skipið steðgaði. Tað kundi bent á, at skipið hevur siglt á eina grynnu, ein boða ella okkurt tílíkt.