Tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í Europa League endaspælinum í Týsklandi hava verið í kvøld. Manchester United vann eftir longdaleik á danska FCK, meðan Romelu Lukaku skjeyt Inter Milan víðari.
Tað vóru tveir norskir høvdingar í hittust Køln. Ole Gunnar Solskjær við Manchester United og Ståle Solbakken við FCK. Tað gekk leingi javnt á og tað var málleyst, tá dómarin bríkslaði av fyri vanligari leiktíð. Tað skuldi eitt býtt og kanska bíligt brotsspark til, áðrenn Manchester United koma á odda. Burno Fernandes umsetti 21. brotssparkið hjá Manchester United í hesum kappingarárinum.
Inter Milan vann 2-1 á Bayer Leverkusen og er víðari til hálvfinaluna. Millum málskjúttarnar var Romelu Lukaku, ið er fyrrverandi spælari hjá Manchester United. Tað var longu 2-0 aftaná 21 minuttir og Kai Havertz minkaði um munin, tá 25 minuttir vóru spældir. Síðani kom einki mál og Inter Milan við spælarum sum Romelu Lukaku, Ashley Young og Alexis Sanchez á vøllinum á vøllunum, eru víðari.
##med2##
Europa League fjórðingsfinalur:
Í dag:
Manchester United – FCK 0-0 (0-0) 1-0 longd leiktíð
1-0 Bruno Fernandes, 95
Inter Milan – Bayer Leverkusen 2-1 (0-0)
1-0 Nicolo Barella, 15
2-0 Romelu Lukaku, 21
2-1 Kai Havarez, 25
Í morgin:
Shakhtar Donetsk – FC Basel (20.00)
Wolverhampton – Sevilla (20.00)