Nú verður bátafestivalur á Toftum

Eingin bátafestivalur var í fjør, men í ár verður øðrvísi, og byrjað verður á Toftum leygardagin.

 

 

Í 15 ár á rað skipaði Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali á havnalagnum á Toftum, men í fjør setti korona steðg fyri hesum hugnaliga tiltaki, eins og so nógvum øðrum tiltøkum kring landið. Tó varð skipað fyri konvoysigling á Skálafjørðinum hin 16. mai í fjør í samband við, at 75 ár vóru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði. 

- Tíbetur er nú eingin forðing fyri aftur at halda ein veruligan bátafestival, og hesin verður nú uppafturtikin. Talan er um hin 16. festivalin á Toftum seinastu 17 árini. Ein festivalur, sum plagar at vera væl vitjaður, og fyrireikararnir vænta og vóna, at soleiðis verður eisini hesaferð.

Eins og undanfarin ár verður festivalurin aftur í ár hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár júst fellur á hin 1. mai, sum er leygardagin komandi. Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagar. 

Longu hósdagin hin 29. apríl letur kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag hava møguleika at fáa pláss í bátahavnini.

Á sjálvum festivaldegnum verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11. Hálvan tíma seinni - ella klokkan 11.30 - verður byrjað at sigla út eftir Skálafjørðinum og móti Toftum, har bátarnir plaga at koma suður móti havnalagnum hálvan annan tíma seinni, sum er um 13-tíðina.

Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag fara at skipa fyri kaffisølu og tombola í festivaltjaldinum.

Klokkan 13.30 bjóðar Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, vælkomin, og tá lata eisini hoppiborgirnar hjá børnunum upp á festivaløkinum, eins og suppa verður at fáa í tjaldinum. 

Pylsuvognur letur upp á festivaløkinum, og teir vælumtóktu festivalbúffarnir verða aftur í ár at fáa frá klokkan 15 leygardagin. Klokkan 15 syngur Undirhúskórið í tjaldinum, og klokkan 15.40 fer Herborg Torkilsdóttir á pallin.

Teir væl kendu og góðu Tinganes yvirtaka tjaldpallin klokkan 16.20 leygardagin, og klokkan 17.15 verður mótasýning hjá Navia og Insito. Ein tíma seinni verður undirhald í tjaldinum, og frá klokkan 19 fer Hallur Joensen aftur á pallin, eins og hann hevur gjørt nærum á hvørjum ári, síðan farið varð undir bátafestival á Toftum.

Leygarkvøldið á Toftum endar við syngið-við-tiltaki afturvið góðum harmonikuspæli, har Tórður Mikkelsen leiðir sangin, og hetta tiltak byrjar klokkan 21.