Nú verða bjargingarfólk avhoyrd

Rætturin í Oslo fór í morgun undir at avhoyra fólk, sum bjargaðu ella royndu at bjarga fólki aftan á bumbuspreingingina í Oslo og skjótingina á Utøya tann 22. juli í fjør. Talan er um løgreglufólk, vaktarfólk og læknar, og avhoyringarnar fara at taka nakrar dagar, sigur NRK.

Eitt nú skulu ein spreingiserfrøðingur hjá verjuni, ein løgreglumaður og ein maður frá tilbúgvingini greiða frá bumbuni, sum Anders Behring Breivik sprongdi uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo. Síðani fær rætturin eina frágreiðing um støðuna á staðnum aftan á spreingingina, og ein lækni skal leggja fram líkskoðanina av teimum átta, sum doyðu av bumbuni.

Tíðindafólk og onnur, sum fylgja Breivik-málinum, siga, at tað verður ikki lætt at vera áhoyrari í rættinum í dag, tí frágreiðingarnar verða uttan iva nágreiniligar og óhugnaligar.