Á danska tónelikapallinum eru tveir ungir menn komnir fram síðstu vikurnar, ið av sonnum kunnu sigast at elta, so sum pápar teirra hava slóðað.
Hugo Helmig kom herfyri við fyrstu útgávu síni. Hann er sonur Thomas Helmig, sum er aktuellur í Føroyum í løtuni.
Og Hjalmar Larsen tók øll á bóli, tá hann fyri kortum kom við sínum tónleiki, sum hevur verið nógv spældur í donskum útvarpi. Hjalmar er sonur Kim Larsen, sum visti, at sonurin hevði tikið okkurt upp, men sum knappliga mátti setast nærri lurtitólinum, tá hann fann útav, at nú var Hjalmar komin fram við sínum tónleiki.
Óivað er harðasti dysturin hjá hesum báðum at byrja við, hvørt teir megna at koma sær út úr skugganum av stóru tónleikalegendunum, ið eru pápar teirra.
Til teirra, sum ikki hava fingið tað við kann nevnast, at Thomas Helmig spælir á Voxbotn leygarkvøldið.