Sunnudagin verður framførsla av nýggjum tónleikaverki fyri kór, solistar, floytu og orgul í Havnar kirkju. Tað er urguleikarin og tónasmíðurin Erling Lindgren, sum virkar sum urguleikari í Lemvig kirke, sum hevur skrivað tónleikin og rithøvundurin Lisbeth Smedegaard Andersen hevur skrivað orðini. Tónleikaverkið hevur heiti ?Á vónaveingjum? og er eitt páska-oratorium. Í verkinum eru tríggir felagssálmar og teir vera vandir í Havnar kirkju ein hálvan tíma áðrenn konsertina. Orðini í felgassálmunum eru týdd til føroyskt av Niels Nolsøe.
Kórini, sum framføra eru Kirkjukórið ?Ljómur? og kórið úr Langenæskirkjuni í Århus. Kórleiðari er Dorte Tilma og Gudmund Mortensen hevur urgufylgispæli.
Konsertin verður sunnudagin kl. 17. Klokkan 16.30 verða felagssálmarnir vandir.