Nýtt ráð skal taka avgerð um føroyskt mál

Helena Dam á Neyst­a­bø, lands­stýriskvinna í ment­a­málum, hevur nú lagt uppskot fyri Løg­ting­ið um at skipa eitt mál­ráð.?End­a­málið er, at menna føroyskt mál, at veg­leiða, ráðgeva og upp­lýsa almenningin og al­mennar stovnar um før­oyskt mál.
Ráðið skal eisin gera nið­ur­støð­ur í mál­spurn­ing­um og áseta før­oyska stav­seting.

– Almennir mynd­ug­­leik­ar hava skyldu at fylgja nið­ur­støð­u­num hjá ráð­num, sig­ur Hel­ena Dam á Neystabø.
Tað skal eisini bera til hjá al­menn­ing­um og stovn­um at spyrja Mál­­ráð­­ið mál­s­­lig­­ar spurn­­ing­­ar, og ráð­ið skal sam­­starva við fjøl­miðl­­ar, stovn­­ar og?a­lm­enn­ar mynd­­u­g­leik­ar, ið hava stóra málsliga á­virk­an.
Málráðið skal eisi­ni sam­starva við yrk­is­bólk­ar um at menna gott før­oyskt yrk­is­mál og skal yvir­høv­ur hjálpa til at gera nýggj orð.?Somuleiðis skal Mál­ráð­ið gera eina nýggja stavseting­ar­orð­a­bók, sum ásetir stav­raðið,?stavseting, bending, teknseting og tílíkt.
Tað skulu vera 15 limir í Málráðnum. Lands­stýr­is­kvinnan skal sjálv velja tveir limir, men hinir 13 skulu velj­ast eftir tilmæli frá stovn­um, feløgum og øðr­um, sum hava á­huga fyri málinum, ella sum arbeiða við før­oyska málinum.?Tó skulu Fróð­skap­arsetrið, Móð­ur­máls­lær­ara­fel­ag­ið, Javn­støð­u­nevnd­in, Navn­a­nevnd­in, Nám, Rit­høv­und­a­felagið og Staðar­navnan­evnd­in altíð?tilmæla hvør sín lim í Málráðið.