Nýtt og gott - einki gamalt

Nýggjárskonsertin 2. jólakvøld var ikki ein vanlig nýggjárskonsert. Bólkarnir, sum spældu, vóru mannaðir við ungum tónleikarum, ið allir lýstu av spæligleði. Blottarar, punkarar, óndskapur, sveitti, kærleiki - skráin var fjølbroytt frá fittum poppi til harðasta deyðsmálmstónleik.


Konsertummæli
 
Lýst varð við at nýggjárskonsertin byrjaði klokkan 23:30, men ikki fyrr enn hálvan tíma seinni vóru dyrnar lætnar upp fyri teimum ótolnu tannáringunum, sum stóðu og bíðaðu uttanfyri í kuldanum. Eini tríhundrað fólk vóru komin, tá fyrsti bólkurin fór á pallin og eftir hetta streymaðu fólk til, so at talið av áskoðarum náddi uppum túsund. Nógv fólk, men ikki so løgið, tí bólkarnir, sum spældu, vóru spennandi ungir bólkar, ikki heilt nýggir, men, samanborið við undanfarnu nýggjárskonsertir, nærum nýføðingar.
Fyriskipararnir av konsertini hava rós uppiborið fyri stórt dirvi í valinum av bólkum. Tað kann tykjast ov lætt at brúka gamlar bólkar, sum fólk kenna út og inn, og sum fyriskipararnir vita at fólk gjarna vilja hoyra. Harafturímóti krevur tað dirvi at taka lutfalsliga nýggjar bólkar, sum ikki allir <st1:country-region w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$venda</st1:place$?$end$!$</st1:country-region$?$end$!$ sær til ta breiðu fjøldina, við á nýggjárskonsertina. Nýggju evnaríku bólkarnir eru eitt prógv um, at føroyskur tónleikur stórtrívist, og tí er tað umráðandi at teir sleppa framat tá skipað verður fyri stórum tiltøkum.<BR>Tað er eingin loyna at bólkurin PállFinnurPáll hevur drigið nógv fólk til, og hetta sást eisini aftur í teirra framførslu. Eisini bólkar sum The Dreams og <st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:PlaceName w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Lama</st1:PlaceName$?$end$!$ <st1:PlaceType w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Sea</st1:PlaceType$?$end$!$</st1:place$?$end$!$ hava gjørt sítt til at so nógv ungfólk varð savnað á Nabb.<BR> 
Summer of 2005
Fyrsti bólkur á pallin var The Dreams. Trioin hevði ein gestatónleikara við á gittar og sang, Heina Gilston Corfitz Andersen forsangara í rokk/punk bólkinum Paradox. Sjálvt um áskoðararnir ikki vóru so nógvir í tali, fingu The Dreams rættuliga lív í fjøldina við teirra melidiøsa popp/punk tónleiki. Løgini eru so gott sum øll sera stutt, og tað riggaði væl. Høvdu sangirnir verið longri, høvdu teir ikki verið líka áhugaverdir, teir høvdu mist tann intensitetin sum er gjøgnumgangandi í øllum løgunum hjá The Dreams.
Tekstirnir hjá forsangaranum Hans Edward Andreasen vóru ikki so týðuligir, og hetta er spell av tí fleiri av tekstunum eru rættuliga stuttligir. Orsøkin til ótýðuliga tekstin var ikki bara úttala, men eisini ljóðið ígjøgnum anleggið, sum var vánaligt hjá næstan øllum bólkunum. Bassleikarin í bólkinum Eirikur Gilston Corfitz Andersen sang aðrurødd í øllum sangunum, og er tað ein týðandi partur av samlaði ljóðmyndini, men hann hoyrdist alt ov illa gjøgnum alla framførsluna, harmiligt tí tær eru væl gjørdar og hann syngur væl.
Fyri at <st1:City w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ ilt verri, var mikrofonin hjá Heina Gilston Corfitz Andersen ikki tendrað tá hann sang eitt egið lag. Tað var ikki fyrr enn aftaná eina góða løtu, at mikrofonin bleiv tendrað. Deiligt at síggja ein so ungan drong við so nógvum sjálvsáliti. Tá hann stendur á pallinum og syngur av allar megi skuldi man ikki trú at hann hevði gjørt annað. The Dreams endaðu við einum coverlagi Summer of 69 hjá Bryan Adams, ein tulking sum var skraddaraseymað til stílin hjá bólkinum. The Dreams fingu sangin at ljóða sum Summer of 2005<BR> 
Eftir eina góða byrjan kom lýsingarbólkurin The Message á pallin. Bólkurin spældi einans 4 løg har meir enn helmingurin var coverløg. Bólkurin spældi útmerkað, men fekk ongantíð áskoðararnar við. Forsangarin Janus Rasmussen, sum eisini er forsangari í <st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:PlaceName w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Lama</st1:PlaceName$?$end$!$ <st1:PlaceType w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Sea</st1:PlaceType$?$end$!$</st1:place$?$end$!$ kláraði seg væl á pallinum. Harafturat var tað eisini ein fragd at hoyra Benjamin Petersen á gittara. Nógv fólk var komið tá The Message spældi, og tí tykist tað eitt sindur løgið, at The Dreams skuldi spæla fyrst. Tað hevði rigga betur um The Message og The Dreams høvdu býtt um.<BR> 
Livandi framførsla
The Story Ends er ein løgin bólkur. Forsangarin stendur í vinstru síðu og ikki í miðjuni sum vanligt. Ístaðin stendur, ella rættari, hoppar gittarleikarin runt um allan pallin. Tað sær løgið út, tá gittarleikarin er staddur har forsangarin vanliga stendur, samstundis sum hann, fullur í orku, mest av øllum sær út til at hava beinleiðis samband við onkran hægri mátt. Stílurin hjá bólkinum er feitur, tað er ilt at seta stílin í ein serligan bás. Uttan at siga ov nógv er tónleikurin sera huglagsmerktur rokkur, við nógvum góðum detaljum, sum geva sangunum ein serligan dám. Løgini eru eisini fangandi og góð.
Tað verður spennandi at fylgja menningini hjá bólkinum, tí evnini til at skapa góðan tónleik eru so avgjørt til staðar, men tó kann okkurt gerast betur. Serliga tempoið er ein trupulleiki. The Story Ends eru ikki nóg tight og hava ilt við at halda sama tempo gjøgnum ein heilan sang. Tí er tað kanska ráðiligt at halda eitt sindur aftur við teimum stóru rørslunum, og konsentrera seg meira um at halda tempoið, tó uttan at fara á kompromis við livandi framførslurnar.
 
Deyðsmálmur við deyðum ljóð
Livandi má man eisini siga um Sic. Sjálvt um stílurin deyðsmálmur ikki júst gevur hugsamband við nakað livandi. Framførslan hjá Sic var full av orku og djevulskapi. Við langum brølum og djúpum growlum, sum hevði fingið flestu røddir til at tagt eftir stuttari tíð, rúnabant forsangarin Mikkjal Gaard Hansen áskoðararnar.
Við rámandi eiðum og ræðandi tónum fekk Sic grava tær myrku síðurnar í áskoðarunum fram, og áskoðarunum dámdu tað. Áskoðararnir flippaðu totalt út saman við sveittandi tónleikarunum. Hvar Mikkjal fær alla orkuna frá er ikki gott at vita, og tó hann stýrdi áskoðararnum, kundi hann ikki stýra ljóðinum, ið tíanverri als ikki livdi upp til framførsluna. Manningin í Sic spælir væl, men ljóði úteftir var so vánaligt, at tað var trupult at skilja ljóðførini frá hvørjum øðrum og trupult at hoyra hvat teir í heila tikið spældu. Hasin monotorurin er deyður brølaði Mikkjal undir framførsluni, og tað má eisini sigast um ljóðið úteftir - tað var ikki nóg hart frá.
 
Stórt smíl
Munurin á ljóðmyndini hjá Sic og næsta bólkinum Lama Sea var sum dagur og nátt. Við teirra glaða tónleiki og smittandi spæligleði var framførslan hjá Lama Sea væleydnað. Teir eru lívligir á pallinum og løgini avbera góð. Serliga franska lagið Demanche var einastandandi, nakað av tí besta teir hava gjørt. Blásararnir vóru tvífaldaðir til framførsluna. Afturat Tróndi Olsen á trompet, høvdu Lama Sea fingið hjálp frá dugnaliga tromboneleikaranum Dáva Juul Magnussen. Í franska sanginum hoyrdist blásararnir útmerkað, men í restina av sangunum hoyrdist ikki nógv til teir.
Forsangarin Janus Rasmussen er eitt eindømi í Føroyskum tónleiki. Framførslan hjá honum er egin og hevur eina sjarmu og útstráling sum smittar av á áskoðararnar. Eisini restin av manningini hevur eina góða útstráling, serliga smittandi at síggja Jón Klæmint Hoffgaard spæla eyðkendu gittarsoloir við einum stórum smíli. Seinasta lagið minti ikki sørt um stílin hjá Guns N Roses. Ikki minst røddin hjá Janus Rasmussen hevði nakað av Axl Rose yvir sær - altíð gott at blíva mintur á, at 80ini eisini høvdu sínar stóru hetjur.
Samanspælið kann gerast enn betur, og tað verður tað uttan iva. Bara síðani Prix Føroyar eru hend stór framstig. Lama Sea er ein av Føroya absolutt mest spennandi bólkum. Klokkan var tíanverri vorðin so nógv, at framførslan hjá Lama Sea bleiv stytt, til stórt forargilsi fyri áskoðarafjøldina og undirritaða.
 
Fúlir og fittir
Seinasta framførslan var við  PállFinnurPáll, og teir vóru samstundis høvuðsnavnið á konsertini. Tað vóru ikki tey stóru yvirraskilsini í framførsluni. Fúlar sangir um abbar, gubbar, bøssar og blottarar, og fittir sangir um kærleika. Áðrenn teir fóru á pall, byrjaðu áskoðararnir at troka seg fram móti pallinum, og so gott sum allir áskoðararnir vóru savnaðir, tá PállFinnurPáll byrjaðu at spæla.
Áskoðararnir vóru við frá fyrsta tóna. Teir sungu við til bæði tað fúla og tað fitta. Gentur og dreingir dansaðu stillisliga til grova sangin Lær at siga nei og sungu inniliga um at steikja heilan hjá grannanum á eini pannu. Hetta er orðatilfar sum ikki er borðbart í loftmiðlunum, men á konsertum har nógv ung eru savnað, vísir tað seg at sangirnir hava ein heilt serligan eginleika. Sangirnir geva áskoðarunum eina kenslu av samanhaldi. Tey ungu kenna sangirnar, og saman syngja tey um alt tað tey ikki mugu lurta eftir.
Ótrúligt at hugsa sær, at sangirnir eru vorðnir fólkaogn aftaná allar tær hvøssu atfinningarnar, sum tekstirnir fingu frá ummælarum og øðrum í byrjanini. Í dag stendur PállFinnurPáll sum ein tann størsti bólkurin í Føroyum. Hvør skuldi trúð tí, tá Páll Oddur og Finnur stoltir sungu sínar fúlu sangir fyri áskoðarum, sum í fleiri førum rýmdu mitt undir konsertunum, tí tekstirnir vóru ov ónærisligir og fúlir, ella kanska bara erligir og beinraknir.
 
Bólkar við framtíð
Bólkurin hevur trumlað fleiri tabuir, og leikur steðgar ikki her. Teir halda á fram við at boða teirra boðskap um misbrúkt børn og kærleika, tí tað er alt ein partur av veruleikanum. Nýggjárskonsertin 2005 gjørdist ein slóðbrótandi konsert, har ungu evnaríku bólkarnir av røttum fingu rásarúm. Hesir bólkar og aðrir við hava visiónirnar og evnini til at menna føroyskan tónleik framyvir  hettar er ein gong leið.