Tórshavnar Kommuna: Hósdagin 9. oktober frá kl. 16:30 til 18:30 verður almenn móttøka í nýggja eldrasambýlinum, sum letur upp Oman Mattalág í Havn. Her verður pláss fyri 9 fólkum. Umhvørvið er hugnaligt, bøur og á eru uttanfyri, og tó eru vit mitt í Havnini.
- Fyri tað fyrsta so hava øll starvsfólk á heiminum verið á Eden Alternativ skeiði, har starvsfólkið lærir at varnast og eygleiða trý fyribrigdi, sum oftast eru galdandi, tá umræður eldri fólk ? tað er einsemi, keðsemi og hjálparloysi, sigur Tórhild Dalsgaard, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari í eldrasambýlinum Oman Mattalág.
- Hesum royna vit at bøta um í tí dagliga við at gera býlið so heimligt, sum til ber, og at hava hurðar opnar, so fólk, ið hava hug at vitja okkum, altíð eru vælkomin, sigur Tórhild.
- Onnur viðurskifti, vit leggja dent á í Eldrasambýlinum, eru, at tey avvarðandi, ið eru ein týðandi partur av lívinum hjá teimum eldru, sum eru flutt inn, altíð kunnu koma inn í heimið, at tey eldru hava køksborð og stólar inni á teirra stovu, so tey avvarðandi kunnu koma inn at eta døgurða, nátturða ella okkurt, tey sjálvi ynskja, saman við teimum eldru, sigur Tórhild, ið ger vart við, at á Eldrasambýlinum hugsa tey rúmligt og virða privata rúmið millum tey eldru og tey avvarðandi. Tó skulu starvsfólkini vera so nógv sum gjørligt saman við teimum eldru og eisini tora at verða tætt at teimum.
- Vit planleggja ikki so nógv, men elska spontanar løtur og upplivingar, sigur Tórhild. - Her møtir starvsfólkið til arbeiðis hvønn dag við hugsanini um, hvat kann eg gera í dag fyri at skapa eina hugnaliga løtu.