Sct Brigid Bohéme er triðja bjórin í røðini av fýra ymiskum special bjórum frá Føroya Bjór Sct. Brigid røðin verður bert bryggjað í avmarkaðari nøgd, hetta í samband við at Føroya Bjór í ár hevur bryggjað í 120 ár. Bjórin er tjekkiskt inspirerað, bryggjað við tjekkiskum malti og humlu. Sct. Brigid Bohéme er eisini lætt kryddað og avrundað við føroyskum rabarbum. Bjórin hevur ein fyldigan smakk frá tjekkiska maltinum og hevur ein gódan beiskleika frá humluni.