Nú skulu tey seinastu finnast

Hesa vikuna verða seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League kappingini spældar

 

Bayern Munchen, Real Madrid, Barcelona og Borussia Dortmund hava higartil øll leikt seg í fjórðinsfinalurnar av Champions League kappingini, og hesa vikuna skulu tey seinastu fýra liðini finnast til fjórðingsfinalurnar.

 

Tvær av áttandapartsfinalunum verða leiktar í kvøld, tá Leicester á heimavølli skal taka ímóti Sevilla, meðan Juventus á heimavølli tekur ímóti FC Porto.

 

Undan dystunum í kvøld, hava Sevilla og Juventus tey betru kortini á hondini. Tey vunnu bæði tær undanfarnu uppgerðirnar millum feløgini, har dysturin millum Leicester og Sevilla tó tykist meira opin enn dysturin, ið verður leiktur í Italia.

 

Leicester tapti í fyrru uppgerðini 2-1 í Spania, sum samstundis eisini varð seinasti dysturin hjá Claudio Ranieri í venjarastarvinum hjá Leicester. Síðani tann dystin hevur gingið bara gingið ein veg hjá Leicester í heimligu kappingini, har felagið hevur vunnið báðar dystirnar í Premier League síðani. Og tá felagið bert noyðist at vinna 1-0 á heimavølli í kvøld, er tað ikki ósannlíkt at ensku meistararnir hava møguleika fyri at spæla seg víðari.

 

Báðir dystirnir í kvøld vera vístir á Televarpinum.

 

Dystirnir í kvøld:

Juventus – FC Porto

Leicester – Sevilla