John Johannessen
Á næsta samráðingarfundinum við donsku stjórnia vil løgmaður hava endaliga greiðu á felags rættindunum, gjaldoyrasamstarvinum, umsitingarliga samstarvinum og kongsfelagsskapinum við Danmark.
Hetta ger løgmaður greitt í einum brævi til danska forsætisráðharran týsdagin.
Løgmaður heldur, at partarnir á fundinum eiga at koma til eina endliga politiska loysn á øllum hesum økjum, so til ber at gera eina felags niðurstøðu.
Fyri at hetta skal bera til, skýtur løgmaður upp, at embætisfólkini hjá báðum pørtum fáa greiðu á øllum tekniskum viðurskiftum í hesum spurningum, soleiðis, at stjórnin og landsstýrið ikki nýtast brúka tíð til hetta á næsta samráðingarfundinum.
Hvassorðaður løgmaður
Løgmaður er í restini av brævinum óvanliga hvassorðaður. Hann sigur seg vera ógvuliga ónøgdan við seinasta samráðingarfundin, eins og tann fyrsta, ið varð hildin 17. mars.
? Seinasti fundurin í Keypmannahavn avmyndaði, eftir uppfatan landsstýrisins, serlistaklia ósamskapaðu viðurskiftini millum landsstýrið og donsku stjórnina í samráðingunum um føroyskt sjálvræði, skrivar løgmaður.
Anfinn Kallsberg leggur afturat, at samráðingarnar samanumtikið hava verið ófullnøktandi fyri landsstýrið, ikki minst í einum málið, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska fólkið.
Løgmaður harmast eisini um, at stórnin á seinasta samráðingarfundinum var ímóti at seta eina felags nevnd at finna eitt faktuelt grundarlag fyri búskaparligu skiftistíðini. Hann heldur nevniliga, at júst ein slík nevnd hevði fingið greiðu á ósemjuni um skiftistíðina, eins og hon kundi fingið í lag postivt samskifti millum partarnar um hendan spurning.
Loysa trupulleikan við skiftistíðini
Løgmaður kunnar í brævinum danska forsætisráðharran um, at landsstýrið í løtuni kannar, um tað finnast altjóða mannagongdir fyri at loysa slíkar trætur, sum trætuna millum landsstýrið og stjórnina um skiftistíðina.
Annars ætlar landsstýrið at finna út av, hvussu partarnir á ein konstruktivan hátt kunnu finna eina semju á hesum øki. Talan skal vera um eina semju, ið samsvarar við avtaluna frá 10. juni 1998. Í hesi avtalu bindir danska stjórnin seg til at virka fyri, at minka blokkstuðulin á ein slíkan hátt, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap.
Landsstýrið miðar eftir, at næsti samráðingarfundurin skal vera í Føroyum so skjótt, sum møguligt eftir summarfrítíðina.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.
- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.
- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:
-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.
Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.
Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.