Nú skal Fjallafípan víðkast

Útibarnagarðurin Fjallafípan í Klaksvík fær nú 40 pláss afturat, tá hann verður útbygdur.

 

Eins og fleiri aðrar kommunur í landinum hevur Klaksvíkar kommuna havt fólkavøkstur og tað merkist á barnatalinum í kommununi, sum veksur. Hetta gevur tó kommununi eina avbjóðing á dagstovnaøkinum, men við at víðkað um virksemi hjá Fjallafípuni, fær kommunan 40 dagstovnapláss afturat.

 

Beinta Klakstein, sum á nýggjárinum tók við sum forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, var mánadagin á staðnum við Fjallafípuna, har kommunan í løtuni ger lendið klárt til eina útbygging av útibarnagarðinum Fjallafípan.

- Fyri okkum í býráðsmeirilutanum hevur tað stóran týdning at bjóða øllum børnum her í kommununi eitt gott dagstovnatilboð, og tí er hendan skjóta útbyggingin av Fjallafípuni neyðug at gera nú beinanvegin, so hon ætlandi letur upp fyrst í mars mánað, sigur Beinta.

 

- Hetta var tann skjótast møguliga útbyggingin, sum kundi gerast, men samstundis verður stórur dentur lagdur á høgan kvalitet, gott uttanumøki, góðar fasilitetir og eisini at atkoman verður góð. Til dømis verða fleiri parkerinspláss innrættaði niðan fyri Fjallafípuna, sigur Beinta Klakstein.

 

Við hesari útbyggingini verður Fjallafípan ein sjálvstøðugur dagstovnur, og við góðkenning frá Føroya Pedagogfelag er Niels Juel Arge settur sum fyribils leiðari til í summar, tá ið starvið verður lýst leyst at søkja.

Niels Juel Arge fegnast um hesa víðkanina og sær fram til teir nýggju møguleikarnar, sum hon gevur:

- Við hesum fáa vit ein spildurnýggja eind sunnanfyri knýtta aftur at Fjallafípuni, sum verður bundin saman við verandi bygningar, samstundis sum tjaldingarplássið norðanfyri verður flutt til annað stað í kommununi. Hetta fer at geva okkum nýggja møguleikar, sum vit heilt víst fara at gagnnýta til gleði og trivnað fyri bæði børn og starvsfólk, sigur Niels Juel Arge.