Nærri verður tað ikki

Manslandsliðið í hondbólti var so nær tí stóra úrslitinum, sum tað ber til at vera. Men tað kostaði nógv, tá tríggir opnir møguleikar vórðu brendir mest sum á rað

Hondbóltur

 

Tað vóru teir so væl kendu marginalarnir, sum ikki vóru við føroyska liðnum í dystinum móti Italia leygarkvøldið.

Fyri tað nógva, so spældi føroyska liðið ein kanóndyst, og sum dysturin leið, sóust alt sjónligari frustratiónir hjá mótstøðuliðnum. Ikki minst á venjarabeinkinum, har italski venjarin ta einu ferðina varð noyddur at taka mann út í tveir minuttir, tí dómaraborðið hevði fingið nokk av skjóttgangandi illbønum hansara.

Men heldur ikki hetta hjálpti hjá føroyska liðnum. Og tá má tað væl leggjast afturat, at marginalarnir ikki eru nakað, sum koma av sær sjálvum.

 

Ov heitir

Veruleikin er nevnliga eisini, at tú skalt arbeiða fyri at fáa marginalarnar í tín part. Tað krevur hegni, dugnasemi og til tíðir eisini eitt ísakalt høvd, um tú skalt vinna tær spentu støðurnar úti á vøllinum, og tað var hetta, sum føroyska liðið ikki megnaði.

Teir tríggir stóru møguleikarnir endurspeglaðu eisini hetta. Leingi hevði dysturin ridlað á vágskálini, og í verjupartinum tóktust okkara lítlu menn veruliga at hava fingið takið á væl vaksnu italiumonnunum.

Møguleikin var at økja til 18-17, tá verjan enn einaferð hevði fangað ein kontrabólt, so Birgir Poulsen kundi sendast avstað, men púra einsmallur langaði hann bóltin á tvørtræið. Bárður Johannesen skeyt beint í krovið á málverjanum, tá hann sera hegnisliga snýtti alla italsku verjuna í samanspæli við Hans Áka Dal-Christiansen. Og Sámal Joensen valdi onkursvegna at lobba, tá hann við skotfintu snýtti italsku bakketuna, og so hevði málverjin lisið royndina av.

 

Spældu sín møguleika

Tá hetta er sagt, so gav dysturin so sanniliga eisini prógv um, at føroyska manslandsliðlið veruliga hevur ment seg fleiri fet bara í hesi undankappingini.

Verður sammett við útidystin móti Italia, so syrgdu okkara fyrst og fremst fyri at halda seg í dystinum so nógv longur.

Bæði ta ferðina og fyrstu dystirnar móti Serbia, Russlandi og Bosnia vóru teknisku villurnar somikið nógvar í tali, at okkara menn vórðu runnir niður og norð í drepandi kontraspæli hjá mótstøðuni. Og tað var eitt mynstur, sum sera sjáldan var at síggja móti Italia. Gaman í vóru tekniskir feilir at síggja, men talið av hesum var so langt ífrá eins stórt. Og hinvegin dugdu okkara eisini at gera sær dælt, tá italiumenn framdu villur av sama slag.

Og hetta hendi enntá uttan nakrar av teimum profilum, sum vanliga eru við til at mynda liðið. Ingi Olsen var tó aftur hesaferð, men framvegis eru menn sum Áki Mørk, Finnur Hansson og Janus Einars Sørensen uttan fyri hópin, og tí møguleikanum tóku nýggju menninir av.

Vantandi hæddin darvaði sjálvandi føroysku skotstyrkini, men Bárður Johannesen og Esbern Patursson sýndu tó meira enn einaferð, at tað eisini ber til at skjóta millum stóru menninar.

Og í verjupartinum vóru okkara aloftast somikið ágrýtnir, at italiumenn als ikki sluppu nóg nær at skjóta. Og við einum Levi Nybo, sum enn einaferð stóð ein framúr dysti – og ikki minst við Jóhan Hofgaard sum frálíkum reserva – skaptu okkara til tíðir stórar frustratiónir millum mótstøðumenninar.

 

Royndirnar resta

Við bara eitt lítið sindur meira av neyvleika og kølni kundi væl verið, at úrslitið móti italumonnum koppaði til okkara fyrimun.

Fyri at náa hesum krevjast tó royndirnar, sum altíð vilja vera so týdnignarmiklar. Tær royndirnar kunnu bert koma við fleiri avbjóðingum, so tað er at vóna,a t HSF heldur fast um tað, sum skjøtul nú er settur á. Og so kunnu vit annars bara iðra okkum um, at menn sum Ingi Olsen og Bárður Johannesen ikki longur eru heilt blaðungir. Ikki minst vísti Bárður seg sum knallharður verjuspælari, innpískari og enntá eisini sum málskjútti. Men higar til hava fleiri spælarar prógvað, at teir eru førir fyri at lyfta tungan arv. So hvør veit, um ikki eisini maður kemur í mans stað í hesum føri.