Næraberg smáligan svartkjaftafiskiskap

Øll skipini hjá J.F.K-Troli eru til fiskiskap

Soleingi, tú fæst við fiskiskap, gongur altíð upp og niður. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera. Onkur veiða gongur væl, onkur onnur minni væl.
Beint fyri jól visti Sosialurin at siga, at seinasti túrurin hjá Nærabergi fyri jól var góður. Teir høvdu sett met í framleiðslunøgd, og útlitini teknaðu seg væl. Broytingar eru gjørdar umborð á trolaranum, sum hava gjørt tað møguligt at økja um framleiðsluna av surimi og fiskamjøli. Hetta er at fegnast um, tí eyðvitað er Næraberg eitt skapandi arbeiðspláss, sum hevur verið "lívsins skúli" hjá nógvum ongum dreingjum og gentum.


Vánaligur fiskiskapur
Fyrsta treytin fyri, at nøkur framleiðsla kann fara fram umborð á einum verksmiðjuskipi, er, at fiskur er at fáa, men síðan Næraberg fór útaftur beint fyri ársskiftið, hevur svartkjaftafiskiskapurin verið ógvuliga smáligur. Men góðar vónir eru um bata, tí nú stundar til bestu svartkjaftatíð, sum skuldi verið frá seinni í hesum mánaðinum og út í mai. So, hóast fiskiskapurin er smáligur í dag, kann væntast og vónast, at vend kemur í um ikki so langa tíð.
Næraberg fiskar bara svartkjaft, sum verður virkaður til surimi og fiskamjøl.

Hini skipini hjá J.F.K.
Rækjutrolarin, Fuglberg, hjá J.F.K-Troli kom undan Eysturgrønlandi leygarmorgunin. Teir hava fiskað bæði í Vestur-og Eysturgrønlandi og bæði av egnari kvotu og keyptari kvotu, skilst.Hvussu nógv teir hava inni,visti tann, vit tosaðu við á J.F.K-Troli mánadagin, ikki at siga okkum.
Sundaberg, sum er flakatrolari og Sjúrðarberg, sum heilfrystir, eru báðir í Barentshavinum. Teir eru nýliga farnir eystureftir aftur. Sundaberg hevur verið ein svartkalvatúr í kanadiskum sjógvi, og áðrenn teir fóru eystureftir aftur, lógu teir á Havnini nakrar dagar, har ymiskar umvælingar vórðu gjørdar umborð.

Øll veiðan seld
Á J.F.K-Troli siga tey, at øll veiðan, sum Sjúrðarberg legði upp í Klaksvík av seinasta túri, er seld.
? Ein partur er seldur føroyskum virkjum, restin í Noregi, siga tey í Klaksvík.
Hetta er annar túrurin hjá Sjúrðabergi eystanfyri í hesum umfari. Teir havaannars verið á rækjuveiði á Flemmish Kap.