Nær verða løgtingsmenn steðgaðir í at hunddálka alment sett starvsfólk?

Á Føroya Løgtingi tykist langt ímillum tingmenn, sum hava dirvi at tala at, tá aðrir tingmenn niðurgera alment sett starvsfólk, ið ikki hava møguleika at verja seg móti hunddálkan frá tingmonnum.

Soleiðis var undirritaði eisini hunddálkaður, skuldsettur fyri at vera lógbrótari frá løgtingsins røðarapalli av løgtingskvinnuni Katrin Dahl Jakobsen mikudagin 4. november 2009, uttan at formansskapurin so mikið sum rætti hond frá síðu at steðga hesum ósakliga atburði.
Nær hava vit alment settu fingið nokk? Skal ein løgtingsmaður óátalaður sleppa at dómfella ein borgara fyri lógarbrot, uttan rættarsak, bara tí hann kann verja seg aftan fyri ein politiskan immunitet?
Katrin Dahl Jakobsen segði m.a., at eg visti, at tað, sum eg gjørdi var lógarbrot! Eg meti alt tað, sum løgtingskvinnan segði um meg frá Tingsins røðarapalli, sum so grovar og niðurgerandi skuldsetingar, at eg alment má tala at. Eg havi boðað Katrini Dahl Jakobsen frá, at um hon ikki kemur við eini almennari umbering, so tali eg alment at, men tann umberingin er ikki komin frá henni.
Mær kunnugt hevur løgtingsins røðarapallur ikki verið ein dómstólur. At tingmenn sleppa at nýta tingsins røðarapall til sín privata dómstól fyri at avrætta starvsfólk in absentia, góðtaki eg ikki. Skal tann ætlan hennara fremjast móti mær, skal tað ikki verða á Løgtingi, og tað skal so avgjørt ikki verða Katrin Dahl Jakobsen, sum tá førir knívin.
Tað er ein andstyggilig skipan í einum demokratiskum samfelag, at ein tingmaður óátalaður sleppur at dómfella eitt alment sett starvsfólk í sínum egnu, íspunnu jagstran eftir mær í hesum máli.
Málið um reklamu hjá Eik Banka í fólkaskúlanum er avgreitt av tí instansinum, sum Løgtingið sjálvt hevur sett til at viðgerða slík mál við teirri niðurstøðu: at eingi skjalprógv eru fyri, at Mentamálaráðið hevur brotið marknaðarføringarlógina á nakran hátt.(sitat Brúkaraumboðsmaðurin).
Áðrenn Katrin Dahl Jakobsen fekk loyvi til frá Tingsins røðarapalli at niðurgera meg, var greitt, at Brúkaraumboðsmaðurin kannaði málið. Tingkvinnan hevði tó størri áhuga í at standa og spilla meg út á Tingsins røðarapalli, har eg ongan møguleika hevði at verja meg, heldur enn at bíða eftir niðurstøðuni frá brúkaraumboðsmanninum. Og tað var henni loyvt av formansskapinum í løgtinginum.
Tí kemur mín verjurøða nú!
Eingi foreldur, og eingin skúlastjóri, hvørki at børnum í Hoyvíkar skúla ella aðrastaðni frá í landinum, hava vent sær til Mentamálaráðið viðvíkjandi tilboðnum til skúlarnar frá Eik. Eg havi spurt skúlastjóran í Hoyvíkar skúla, um foreldur hava vent sær til skúlan viðvíkjandi Eik tilboðnum, og svarið frá skúlastjóranum er: »Eingi foreldur hava vent sær til mín. Katrin ringdi til mín, og eg segði henni, at blaðmaðurin á Dimmu hevði sagt, at foreldur høvdu vent sær til hansara. Hann kundi ikki siga mær hvussu nógv ella hvør. Hetta var tað, eg segði Katrin«.
So eitt skalt tú vita Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, allir tínir pástandir móti mær í skrivliga fyrispurningi tínum um Reklamu í fólkaskúlanum og tað, sum tú undir orðaskiftinum royndi at rógva fram undir, eru ósannindi, illgitingar og reinur heilaspuni frá tær.
Og hettar fær ein tingmaður á Føroya Løgtingi loyvi til í 2009??
At enda vil eg sitera ein vísan mann, sum einaferð skal hava sagt: »Lad ikke talerstolen blive kujonernes platform!«