Johan Petersen
Nær fert tú sum ovasti myndugleiki í lógarmálum fyri útvarpi og sjónvarpi at stóðga tí ólógliga virksemi, hesir loftmiðlar fremja og virka undir við at seta í gildi eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, so at gjørligt er at kæra hesar stovnar, tá ið teir ikki kenna sær hógv?
Í kringsvarpslógini er ásett, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggja dent á sakliga og óhefta upplýsing og at um onkur er ónøgdur við fjøl-miðlasið út- og sjónvarpsins, skal hann kunna kæra til fjølmiðlanevndina samsvarandi fjølmiðlaábyrgdarlógini.
Í 1998 legði Ivan Johansen, sum tá var landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin í mentamálum fram uppskot um at seta donsku fjølmiðlaábyrgdarlógina í gildi. Uppskotið bleiv viðtikið í Løgtinginum og sent donsku stjørnini til ígildissetan.
Sambandsflokkurin hevur tvær ferðir lagt uppskotið fram
Men orsakað av, at samsvar ikki var millum donsku og føroysku lógina, sendi danska stjórnin uppskotið aftur til landsstýrið, sum tá var fullveldislandsstýrið. Fullveldislandsstýrið gjørdi onki fyri at fáa lógina í gildi. Men tvær ferðir afturat hevur Sambandsflokkurin sett uppskot fram um fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum báðar ferðir er felt av Løgtinginum!
Løgtingsins umboðsmaður hevur átalað
Løgtingsins umboðsmaður hevur í hvussu so er tvær ferðir yvirfyri løgmanni, landsstýr-inum og Løgtinginum átalað manglandi lóggávuna uttan at nakað tó er hent.
Samgonguskjalið ásetir eina fjølmiðlaábyrgdarlóg
Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu er ásett, at fjølmiðlaábyrgdarlóg verður sett í gildi.
Nær fert tú, Jógvan við Keldu, sum hægsti myndugleiki í lógarmálum fyri útvarpi og sjónvarpi í Føroyum at seta fjølmiðlaábyrgdarlógina, sum ásett kringvarpslógini frá 1998, í gildi??