Myndugleikarnir hava nú eyðmerkt skjúttan handan deyðiliga álopið mðóti einum sikh-templi, sum í gjár kostaði sjey fólkum lívið.
Talan er um 40 ára gamla hvíta Wade Michael Page, veit dr.dk at siga eftir dagblaðnum, Journal Sentinel.
Page varð sjálvur skotin, tá politiið legði upp í, av einum av fyrstu politistunum á staðnum.
Wade Page hevur arbeitt innan herin við sálarligari krígsførslu. Men hann varð tveittur úr herinum fyri fleiri árum síðani, tí hann gjørdi seg sekan í fleiri tænastubrotum, eitt nú møtti hann fullur upp til arbeiðis.
Bólkurin, The Southern Poverty Law Center, sum leingi hevur havt eyguni við hatursbrotum í USA sigur, at Page er kendur í rasistiska umhvørvinum sum ein ørkynlaður nýnazistur, sum hevur verið forsangari í rasistiska bólkinum, End Apathy.
Leiðarin fyri bólkinum, Heidi Beirich, sigur við Journal Sentinel, at Page uttan iva var fortalari fyri hvítum heimsharradømi, eins og hann hevur tikið lut í fleiri rasistiskum tiltøkum kring um í USA.
Page búði í einum vøkrum húsum saman við unnustu síni og autistiska soni hennara, og eftir øllum at døma livdu tey eitt heldur óvanligt lív, sambært fyrrverandi grannum.
- Hann var ógvuliga stillur. Tá tú segði hey við hann, mutlaði hann bara okkurt aftur, og tóktist líkaglaður við, um tú segði nakað sum helst, sigur David Brown, sum var granni til Page inntil fyri fýra mánaðum síðani.
Hann sigur, at Page ofta lurtaði eftir hørðum tónleiki um náttina og annars brúkti nógva tíð í kjallaranum at venja vektir.
- Eg havi ongantíð sær hann við einari skammbyrsu. Hann virkaði heldur ikki óndur. Men tað virkaði, sum var han illur við alla verðina, tó at eg ikki eri sálarfrøðingur, sigur grannin.
Politiið arbeiðir framvegis við at finna útav, um Page var einsamallur um álopið, skrivar dr.dk.