Næmingar á skúlabonk um ferðslu

Nú skulu 8. floks næmingar læra hvussu nær vandanum í ferðsluni í veruleikanum er, og at tað ikki bara eru ?hini?, sum kunnu koma út fyri álvarsligari ferðsluvanlukku. Hetta verður millum annað gjørt við, at fólk, ið er komin út fyri ferðsluvanlukku, greiða frá egnum upplivingum, tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd bjóða til dagsskeið í Perluni í Havn fyri øllum fólkaskúlanæmingum í Føroyum, sum ganga í 8. flokki.

Undirvísingin fer fram ígjøgnum allan veturin, og hetta skúlaárið er tað vágamaðurin, Jákup Thomasen, ið greiðir frá, hvussu skilaleys koyring hjá honum, bert tveir mánaðir eftir, at hann hevði fingið koyrikortið, kom at kosta honum allan førleikan. Síðani vanlukkuna, sum hendi í Miðvági fyri meira enn 20 árum síðani, hevur Jákup Thomasen verið leikjaður til rullustól. 40 ára gamli sørvingurin ávaraði staðiliga tey ungu, sum seinasta fríggjadag komu úr Eysturskúlanum, um at hugsa um, hvussu ræðuligar fylgjurnar kunnu verða, um tú ikki brúkar vit og skil, tá tú setir teg aftan fyri rórið og fert út í ferðsluna.

-Tað sást á andlitsbrøgdunum á næmingunum og hoyrdist á teimum spurningunum, sum tey komu við, at tey lurtaðu væl eftir og tóku ávaringina frá ferðsluoffurinum úr Vágum í størsta álvara, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Tað er fyrrverandi stjórin í RFF, Jón Kragesteen, sum er fólkaskúlalærari, ið skipar undirvísingini fyri 8. flokks næmingunum.

Hann vísir á, at hóast aldursbólkurin frá 15 til 24 ár bert umboðar umleið 20 prosent av fólkatalinum, so eru tey, sum doyggja í ferðsluni í hesum aldursbólkinum, ein munandi størri partur av teimum.

Næmingarnir í 8. flokkunum eru 14 ella 15 ára gamlir og eru tí hvørki bilførarar ella hava aldur til at koyra prutl. Hóast hetta, so prógva hagtølini, at eisini tey gerast offur fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum.

- Hetta er ein aldur, sum tú minnist væl afturá. Tí er tað okkara vón, at hesi ungu, ið fáa koyrikortið um eini trý-fýra ár, fara at hugsa um tær ávaringar móti skilaleysari koyring, sum tey hava fingið at vita á hesum skeiðunum, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri í RFF.