Nýmótans skúlaskipan, men eingir pengar

Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin arbeiðir fyri, at skúlaskapur okkara altíð er á hædd við tey krøv, sum eitt framkomið samfelag setur.

Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin arbeiðir fyri, at skúlaskapur okkara altíð er á hædd við tey krøv, sum eitt framkomið samfelag setur.

At Sambandsflokkurin veruliga meinar nakað við hetta, vísti flokkurin í verki í seinastu samgongu. Umframt at seta á stovn granskingarráð og gera nýggjar lógir fyri fólkaskúlan, studentaskúlar og HF, so setti okkara landsstýrismaður í skúlamálum, Eilif Samuelsen eisini útbúgvingarpolitikk-nevndina.

Men sum alt annað í hesum døgum, so kroysti núsitandi landsstýri sjálvsstýrisætlanina inní arbeiðssetningin hjá nevndini. Av eini ella aðrari orsøk, so má hetta spjaldur síggjast aftur í øllum, sum landsstýrið ger.


Mugu fylgja

øðrum londum

Líkamikið um vit verða verandi partur av danska ríkinum, ella um vit loysa úr ríkisfelagsskapinum, so skulu vit undir øllum umstøðum hava eina útbúgvingarskipan, ið verður lagað soleiðis til, at hon eisini gevur atgongd til lærustovnar í øðrum londum.

Vit eru eitt lítið land, og hava tí ikki fólkagrundarlag til tær nógvu útbúgvingarnar. Vit fara altíð at senda stóran part av ungdóminum av landinum, at útbúgva seg. Í løtuni ganga yvir 2.000 føroyingar í skúla í Danmark, umframt øll tey, sum eru í øðrum londum.

Í frágreiðingini frá landsstýrismanninum verður sagt, at kósin er sett fram ímóti at hava okkara egnu skipan, ístaðin fyri tí eftirgerð av donsku skipanini, sum galdandi er í dag.

Er veruleikin ikki tann, at vit hava verið noydd- og framvegis verða noydd til at laga okkara útbúgvingarskipan til ta donsku skipanina?

Hví lesa yvir 2.000 føroyingar í danmark ? Er tað ikki tí at teir verða mettir á líka fóti við danir, og har fáa allar teir møguleikar og lestrarstuðul, sum danir hava í sínum landi?


Kostnaðurin

Hvørja ferð okkurt kostar ov nógv í Føroyum, so fáa vit at vita, at hetta kann gerast bíligari og betur, um vit bert skikka tað til, eftir føroyskum leisti. ? Serliga kann alt gerast bíligt, um vit loysa úr ríkisfelagsskapinum.

Hesir tankar síggjast eisini aftur í frágreiðingini frá útbúgvingarpolitikknevndini. Her skal meira fáast fyri peningin.

Eg fari at loyva mær at spyrja, hvat tað er, sum fer at kosta so nógv minni í framtíðini ?


?Verða færri starvsfólk á skúlunum (og hvørji verða færri) ?

?Verða lønirnar lægri ?

?Verða bygningarnir bíligari í rakstri ? og hví ?

?Skulu tey lesandi hava minni í lestrarstuðuli ? (í dag gjalda danir stuðulin)


Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri komandi ár, hevur verið staðfest, at tað í dag mangla 16 milliónir kr í, fyri at fáa skúlan at virka nøktandi. Nú skulu vit hava eina betri skipan, sum skal kosta minni, og skulu vit eisini loysa úr ríkisfelagsskapinum, so skulu vit gjalda alt sjálvi ? um vit hava pengar at gjalda við.

Eg síggji fyri mær í ætlaða fullveldinum, at føroyingar fara at sakka afturút á øllum útbúgvingarøkjum, tí peningur verður ikki at gjalda teimum til úgbúgving, og foreldrini fara heldur ikki at hava ráð at gjalda skúlagongdina.

Úrslitið verður, at vit á pappírinum hava eina nýmótans skúlaskipan, men í kassanum ongan pening at gjalda skúlagongdina við.


Heðin Mortensen

løgtingsmaður