Seinastu dagarnar hevur tað verið møguligt hjá fólki at skriva undir upp á, at tey stuðla pedagogunum í teirra roynd at fáa betri lønarviðurskifti, nú tey eru í verkfalli. Fólk skriva undir á hesari síðu, undir yvirskriftini Líka útbúgving, líka løn - sjálvandi!
Í dag klokkan 15.00 er stuðulsgonga á tinghúsvøllinum til frama fyri pedagogarnar. Tað eru foreldur, sum skipa fyri, og hava tey somuleiðis heitt á pedagogarnar um at luttaka, tí tiltakið er góðkent av Pedagogfelagnum.
Tað var annars í morgun, at útvið 100 pedagogar aftrat fóru í verkfall. Hesaferð eru tað í høvuðsheitinum tey, sum arbeiða undir Sernámi, sum leggja arbeiðið niður orsaka av lønarósemjuni millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Pedagogfelagið hinumegin.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum segði við in.fo í gjár, at als einki samband er millum partarnar, og tí má tað skiljast sum, at tað framvegis er langt millum partarnar.