Nógvur fuglur at síggja

Í Skúvoy hava menn ikki rænt í ár, tí ikki hevur eydnast at fáa manning, men nógvur fuglur er at síggja. Farið verður væntandi eftir lunda 7. juli og nógvur lundi er at síggja

Í Skúvoy hava menn ikki søkt fuglabjørgini, tí tað eydnaðist ikki at savna manning. Heitt var á menn, eisini av Sandoynni, men tað lá ongantíð fyri og Tummas Frank Joensen í Skúvoy sigur, at nú verður ikki farið í ár, tí tað, ið ikki er gjørt í mai og fyrst í juni, tað verður av ongum og nú er pisan við at koma út. Hann metir, at nógv er til, tí nógvur fuglur er at síggja.

- Eisini av unglomviga, hellufugli, er rættiliga fitt av, sigur Tummas Frank Joensen.

- Ein leggur til merkis, at nóg mikið av áti er. Smá krabbadýr t.d. og ein sær eitt nú ritu liggja í tí, men ein sær ikki hesi stóru vaðini, sum ein sá fyrr. Herfyri var eg í Sandvík, og í víkini har sá eg hópin av nebbasild og eisini miðskeiðis millum Sandvík og Dímun sóðu vit hópin av sild og har var alskins fuglur at síggja, sigur Tummas Frank Joensen, ið leggur afturat, at har sá livandi út, men at hann ikki veit, hvat er undir av fiski, tí bátarnir hava annars ikki fingið stórvegis av fiski.

Tummas Frank Joensen heldur, at viðvíkjandi fugli, so letur til, at tað eru uppgangstíðir. Hóast nógvur fuglur kanska ikki er á gomlu ræningarplássunum, so eru onnur støð, har nógv er til.


Eftir lunda

Tummas Frank Joensen væntar, at skúvoyingar fara eftir lunda í ár og fitt av lunda er at síggja í ár. Vanliga verður farið 7. juli. Áður varð farið 24. juni, men tá stovnurin minkaði kom broyting í. Tummas Frank Joensen heldur, at kanska er vert at umhugsa at fara aftur til gomlu skipanina, tí longu 7. august rýmur lundin.


Lítið virksemi

Annars er lítið virksemi í Skúvoy fyri tíðina, sigur Tummas Frank Joensen. Nakrar ábøtur vórðu gjørdar á bátahylin, men einki arbeiði er nú. Nakað av ferðafólki hevur vitjað í Skúvoy, eisini fitt av føroyskum ferðafólki hava lagt leiðina út í oynna. Tó er talan ikki um stórt tal av ferðandi, men tað kanska kemur, um veðrið verður betri, vóna tey í Skúvoy.