Fiskivinna
Nógvar landingar hava verið til Fiskavirking á Tvøroyri hesa vikuna.
Mikudagin landaðu djúpvatnstrolararnir, Rankin og Steintór.
Rakin hevði sløk 140.000 pund. Av veiðini var 36.000 pund kongafiskur, 17.000 pund toskur, 16.000 pund upsi og 4 tons hýsa.
Steintór hevði sløk 240.000 pund; 92.000 pund var kongafiskur, 70.000 pund upsi, 40.000 pund toskur og sløk 16.000 pund hýsa.
Hjá báðum trolarunum var eisini eitt sløð av øðrum fiskasløgum.
Týsdagin landaði Brestir stívliga 180.000 pund. Meginparturin av veiðini hjá teimum var kongafiskur.
Akraborg og Varðborg landaðu mánadagin; teir høvdu ávikavist 40.000 og 47.000 pund í part. Av veiðini hjá Akraborg var meginparturin upsi og hýsa. Varðborg hevði næstan bara upsa, 34.000 pund tilsamans.
Aftrat hesum hevur garnabáturin, Nim, landað á Tvøroyri í vikuni. Teir høvdu 16.000 pund, meginparturin havtaska.
Mest kongafiskur
Martin Hentze, góðskuleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at nógvu landingarnar partvís skyldast, at landingarmiðstøðin í Vági bara landar og selir útróðrarfisk í løtuni.
Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey serliga tikið sær av kongafiskinum og hýsuni, meðan meginparturin av hinum fiskasløgunum er farin til onnur virki kring landið.
- Upsin fer í stóran mun norður um fjørðin, sigur góðskuleiðarin.