Í dag verður 38. og seinasta umfar í Premier League. Greitt er at Liverpool er meistari, Manchester City eru nummar tvey, og Norwich er flutt niður. Upp koma Leeds United og West Bromwich.
Stríðið um Champions League plássini
Manchester United og Chelsea hava nú 63 stig á triðja og fjórða plássi, sum geva atgongd til Champions League komandi kappingarár. Leicester City hevur 62 stig og spælir móti Manchester United í dag. Chelsea spælir á heimavølli móti Wolverhampton, sum í sínum lag spælir fyri at koma í Europa League.
Leicester City skal vinna fyri við vissu at tryggja sær pláss í Champions League, men endar tað við javnleiki, samstundis sum Chelsea tapur, so vinnur Leicester upp á málmunin. Stendur á jøvnum við málmuninum, so er tað tað liðið, ið hevur skorað flest mál, ið vinnur.
Stríðið um Europa League
Fimta pláss gevur beinleiðis atgongd til bólkaspælið í Europa League. Tað verður taparin av Champions League stríðnum, sum fær tað plássið. Tað er ein matmatiskur møguleiki fyri, at Leicester endar á sætta plássi, men tað krevur púra óhoyrd úrslit.
Wolverhampton (59 stig) fær sætta plássið við at vinna á Chelsea í dag. Spæla teir javnleik ella tapa, so er tað upp til Tottenham (58 stig) at tryggja sær plássið við einum sigri á Crystal Palace. Tottenham hevur betri málmun enn Wolverhampton.
Niðurflytingarstríðið
Norwich er flutt niður og mikukvøldið tryggjaði West Ham sær plássið í Premier League komandi kappingarár við javnleiki á Old Trafford. Nú er eitt pláss eftir, sum Aston Villa (34 stig), Watford (34 stig) og AFC Bournemouth (31 stig) stríðast um. Aston Villa spælir á útivølli móti West Ham, Watford er á útivølli móti Arsenal og AFC Bournemouth er á útivølli móti Everton.
##med2##
Fyri Aston Villa er lykilin at fáa eitt minst líka gott úrslit sum Watford, uttan at AFC Bournemouth yvirhálar. Tað vil siga, at um AFC Bournemouth vinnur við fleiri málum, so skal Aston Villa í minst lagi fáa stig. Fyri Watford snýr tað seg um at fáa eitt betri úrslit enn Aston Villa, og samstundis halda AFC Bournemouth aftanfyri seg.
##med3##
Torførastu treytirnar hevur AFC Bournemouth, ið skal vinna sín dyst móti Everton og samstundis vóna at bæði Aston Villa og Watford tapa sínar dystir. Norwich er longu flutt niður, meðan Leeds United og West Bromwich eru tveir av trimum uppflytarum. Triðið uppflytarin verðu funnin millum Brentford, Swansea, Cardiff og Fulham.
Premier League 38. umfar:
Sunnudagin klokkan 15
Arsenal – Watford
Burnley – Brighton
Chelsea – Wolverhampton
Crystal Palace – Tottenham
Everton – AFC Bournemouth
Leicester – Manchester United
Manchester City – Norwich
Newcastle – Liverpool
Southampton – Sheffield United
West Ham – Aston Villa
1 | Liverpool | 37 | 31 | 3 | 3 | 82:32 | 96 |
2 | Man City | 37 | 25 | 3 | 9 | 97:35 | 78 |
3 | Man United | 37 | 17 | 12 | 8 | 64:36 | 63 |
4 | Chelsea | 37 | 19 | 6 | 12 | 67:54 | 63 |
5 | Leicester | 37 | 18 | 8 | 11 | 67:39 | 62 |
6 | Wolves | 37 | 15 | 14 | 8 | 51:38 | 59 |
7 | Tottenham | 37 | 16 | 10 | 11 | 60:46 | 58 |
8 | Sheffield United | 37 | 14 | 12 | 11 | 38:36 | 54 |
9 | Burnley | 37 | 15 | 9 | 13 | 42:48 | 54 |
10 | Arsenal | 37 | 13 | 14 | 10 | 53:46 | 53 |
11 | Everton | 37 | 13 | 10 | 14 | 43:53 | 49 |
12 | Southampton | 37 | 14 | 7 | 16 | 48:59 | 49 |
13 | Newcastle | 37 | 11 | 11 | 15 | 37:55 | 44 |
14 | Crystal Palace | 37 | 11 | 9 | 17 | 30:49 | 42 |
15 | West Ham | 37 | 10 | 8 | 19 | 48:61 | 38 |
16 | Brighton | 37 | 8 | 14 | 15 | 37:53 | 38 |
17 | Aston Villa | 37 | 9 | 7 | 21 | 40:66 | 34 |
18 | Watford | 37 | 8 | 10 | 19 | 34:61 | 34 |
19 | Bournemouth | 37 | 8 | 7 | 22 | 37:64 | 31 |
20 | Norwich | 37 | 5 | 6 | 26 | 26:70 | 21 |