Í framtíðini verða tað kanska ikki fleiri enn tveir alarar í Føroyum.
Tað verður úrslitið av einum uppskoti, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Hann ætlar at broyta alilógina, serliga í sambandi við umhvørvisárinið av alingini.
Men í løtuni er stendur eisini í alilógini, at ongin einstakur kann eiga meiri enn 25% av aliloyvunum í Føroyum.
Tað markið ætlar Johan Dahl sær nú at hækka upp í 50%.
Í løtuni eru seks alarar í Føroyum, men í framtíðina ber tað -á pappírinum í hvussu so er- til at leggja alla alingina saman í tvey feløg.
Johan Dahl sigur, at hetta fer at gera tað lættari at rationalisera og effektivisera raksturin.
Og tað heldur hann er neyðugt.
Vit ala kanska 50.000 tons av laksi og tað er ikki meiri enn ein einstakur norskur alari alir einsamallur, sigur hann og tí heldur hann, at tað er neyðugt at geva møguleika fyri stórrakstrarfyrimunum í alingini.
Uppskotið skuldi leggjast fyri landsstýrið í dag og so verður tað lagt fyri Løgtingið, so at tað kann avgreiðast longu í vár.