Nógv færri tikin fyri at koyra við kenning

Ein orsøk er uttan iva, at vit gera hava ikki líka góðar umstøður at kanna ferðsluna, sum vit hava havt, sigur løgreglan

Í fjør vórðu nógv færri bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, ella ávirkaðir av heilivági, enn tað í árunum frammanundan.

 

Í fjør vórðu nevniliga 70 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir og tað er eitt stórt fall frá í 2016, tá ið talið var 117. Hesi seinastu árini hava tað verið ímillum 107 og 126 bilførarar, sum eru tiknir fyri at koyra ávirkaðir, men verður farið eitt sindur longur aftur, vóru tað nógv fleiri, tí í 2007 vórðu 165 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaður og í 2008 var talið 140.

 

Jan Fossáberg, løgreglumaður, sigur, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at talið á bilførarum, sum verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir, er os nógv minkað.

 

Hann heldur, at ein orsøk er helst, at drykkimentanin broytist og eisini hugburðurin til tað at koyra við kenning.

 

Men hann heldur, at ein stór orsøk til fallið, er, at løgreglan hevur ikki havt so góðar umstøður at kanna ferðsluna, og tí er minni gjørt av tí í fjør. Seinastu tíðina hevur løgreglan hinvegin gjørt rættiliga nógv burtur úr at steðga harðskapi og tískil gera tey nógv burtur úr at vera til staðar í náttarlívinum at forða fyri harðskapi.

 

Úrslitið av tí er, at talið á harðskapsmálum er minkað, men avleiðingin av tí er, at so fær løgreglan ikki gjørt líka nógv við at kanna ferðsluna, sum hon hevur gjørt, sigur Jan Fossáberg. Og hann heldur, at tað er ein forkláring upp á, at tað eru so nógv færri tikin fyri at koyra ávirkað í fjør, enn tað vóru árini frammanundan.

 

Kortini vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land og tí kunnu tølini broytast nógv frá árið til ár. Hann heldur, at skulu vit kunna meta um eitt rák, er neyðugt at hava tøl fyri minst 10 ár. Og verður mett eftir tí, er talið á teimum, sum koyra ávirkað alsamt minkandi, tí í 2007 og í 2008, vórðu, sum sagt, einir hálvtannaðhundrað bilførarar tiknir um árið fyri at koyra við kenning.