Veðrið hevur verið gott allan ólavsøkudag, og veðurvánirnar fyri restina av kvøldinum eru framhaldandi góðar. Einki regn hevur verið og eingin vindur.
Í dag eftir skrúðgonguna vóru ikki so nógv fólk at síggja í býnum. Kanska tí at fleiri hildu leingi á í gjár. Men nú tað líður móti kvøldið, eru alsamt fleiri og fleiri komin oman í býin.
Ymisk tiltøk eru um allan býin. Eitt nú eru konsertir á ymsum pallum í miðbýnum, listaframsýningar og tivoli niðri á Skálatrøð. Her eru nakrar myndir av ólavsøkugestum tiknar fyri løtu síðani.