Nýggjur Toyota Land Cruiser

Toyota Land Cruiser GX 90 verður nú avloystur av einum nýggjum Land Cruiser. Bilurin, ið er designaður á evropeiska designsentrinum hjá Toyota í Suðurfraklandi, verður gjørdur í útgávum við trimum og fimm hurðum.

Land Cruiser, ið hava nú verið gjørdir í meira enn 50 ár, eru nógv broyttir tey seinnu árini. Hesin nýggi bilurin, ið kemur at avloysa LandCruiser GX90, verður eins og forgangarin, ein ektaður "off roadari" við eins góðum eginleikum til at koyra á ósløttum undirlendi sum á vanliga koyrivegnum. Bilurin er útgjørdur við nógvari framkomnari tøkni til koyring, har tað er bratt og óframkomiligt. Hann hevur t.d. Hill-start Assist Control (HAC) og Downhill Assist Control (DAC) sum eru elektroniskar skipanir ið halda stýr á bilinum í brøttum undanbrekkum. Eisini hevur hann elektroniskt TORSEN miðdifferentiali. LandCruiser verður gjørdur í útgávum við 3 og 5 hurðum.
Luksuspakkar
Tveir motorar eru at velja ímillum. Annar er ein 4 syl. 3,0 litur common-rail turbodiesel við 163 hk og hin er einV6 VVTi bensin við 249 hk og koyrir frá 0-100 km/t uppá 10 sek. Av trygdarútgerð kann nevnast at umframt airbag framman og í síðunum, hevur hann eisini gardinairbag. Bilurin vit royndarkoyrdu er væl útgjørdur við t.d. sentarllási við fjarstýring, ABS bremsum við EBD og BAS, el-rútum, el-síðuspegl við hita, ið elektriskt kunnu leggjast inn móti bilinum, rattið kann stillast allar vegir, fløguspælara, multi informatiónsdisplay og ventileraðar skivubremsur við øll fýra hjólini. Bilurin kann verða útgjørdur við luksuspakka 1 ella luksuspakka 2. Luksuspakkarnir umfata t.d. heilautomatiskt klimaanlegg, cruise control, DVD-navigatiónsskipan og leðurintrekk fyri at nevna okkurt burtur úr rúgvuni av eykaútgerð. Bilurin er sum ein persónbilur at sita í og at koyra við. Munurin er bert, at tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni.
???
Toyota Land Cruiser 3,0 D-4D 3/h

Motorurin:3.0 litur 4 syl. diesel 163 hk
commonrail v.turbo og intercooler
0-100 km/t:12,7 sek.
Oljunýtsla:10,6 km/l
Dekkstødd:225/70-17
Stødd og vekt
Longd:436,5 cm
Breidd:179,0 cm
Hædd:189,0 cm
Eginvekt:1850 kg
Prísur:kr. 410.600 (vørubilur kr. 328.000,-)
Søluumboð:Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
353040
www.reyniservice.fo