Nýggjur naziskúli í Kirkjubø

Síðani á heysti 2003 hava 46 børn gingið á privatum naziskúla í Kirkjubø. Endamálið er at skapa ein mótpol til "skaðiligu sosialdemokratisku heilavaskingina" í norðurlendska skúlaverkinum

Hvat? Naziskúli í Kirkjubø?? Ja mín sann, hetta er veruleikin sambært enskari heimasíðu! Alnótin hevur mangt og hvat løgið at borðreiða við, men fyri okkum føroyingar kemur tað dátt við, at onkur veruliga hevur endavent idylliska veruleikan á vøkru og fjarskotnu oyggjum okkara í norðuratlantshavinum.
Sambært hesi heimasíðu er ein donsk kvinna við navninum Vibeke Østergaard í gongd við ymiskt virksemi í Føroyum, og m.a. hevur hon eftir tógvið stríð við føroysku stjórnina sett á stovn ein føroyskan privatskúla í Kirkjubø. Lítla bygdin, sum gjøgnum tíðina hevur verið ímyndin av føroyska tjóðskapinum, er nú sambært heimasíðuni farin at hýsa nationalsosialistiskari rørslu. Vit kunnu bara staðfesta, at mangt broytist á mansins ævi. Á heimasíðuni verður eisini sagt, at skúlin hevur til endamáls at vera ein mótpolur móti skaðiligu sosialdemokratisku heilavaskingini í norðurlendska skúlaverkinum. 46 børn vórðu meldað til á heysti í 2003, tá skúlin fór í gongd (!?). Hvat ólukkan, hugsaði undirritaði uttan at vita, um man skuldi gráta ella flenna eftir hesum upplýsingum, enskttalandi heimurin av alnótini fær at vita um Føroyar.

Norðurlandahúsið
Men ikki nóg mikið við tí. Avvarðandi til heimasíðuna (hvør ólukkan tað so enn er) hevur verið so nærlagdur at leggja eina mynd av naziskúlanum í Kirkjubø á heimasíðuna, og her røkka vit tindunum fyri allari fantasi: "Skúlin" líkist ikki sørt okkara kæra Norðurlandahúsi?!! Eg sum helt, at Norðurlandahúsið skuldi hýsa blómandi list og mentan, er nú skýrt at vera háborg nazistanna í útnorði. Undirritaði fór at kanna, um nakar við leitiorðinum Vibeke Østergaard kom fram á telduskíggjan, og ymiskt kom fram um "white nationalist community", men eingin er at finna við hesum navninum í donsku ella føroysku telefonbókini.
Tað kunnu helst vera fleiri orsøkir til, at henda heimasíða um nazistiskt virksemi í Føroyum er gjørd, men tað er í øllum førum undirhaldandi lesnaður, hóast hann møguliga ikki setir Føroyar í gott ljós við rasistiskum tekstum og samrøðum við gátufullu og helst fiktivu Vibeke Østergaard, umframt at fleiri links til antizionismu og líknandi eru at finna. Hevur onkur hug at lesa meiri um Vibeke Østergaard og hennara verkætlanir í Føroyum, sum vit føroyingar tó ikki hava varnast, er hetta heimasíðan:

wsd.matriots.com/trisk/edu.html.
Myndin av "skúlanum" er her: wsd.matriots.com/trisk/#articles