Nýggjur náttklubbi í Havn

Leygarkvøldið letur nýggjur náttklubbi upp í Havn við navninum »25:35«. Talan verður um eitt royndarkvøld, men um ein mánað ella so er ætlanin at hava opið hvørt leygarkvøld. Málið er at fáa hendur á teimum, ið eru ov gomul til Club 20, men ov ung til Kaggan

Eftirspurningurin eftir dansistøðum og barrum í Havnini er nógv vaksin seinnu árini. Fyri fýra árum síðan var ikki vanligt at náttklubbarnir í Havn vórðu fullsettir fyrr enn ein góðan tíma áðrenn teir lótu aftur, men nú ber oftast ikki til hjá gestum at sleppa inn í tey best umtóktu støðini eitt leygarkvøld, koma tey langt aftaná midnátt.

Tíðliga uppmøtingin hjá gestunum ger tað munandi meira lønsamt at reka nátklubbavirksemi, og gevur samstundis pláss fyri einum størri útboði.

Leygarkvøldið opnar ein nýggjur náttklubbi, ið ætlandi skal nøkta ein tørv, sum sambært stigtakarunum ikki verður nøktaður í løtuni. Her verður sipað til tey, ið hvørki kenna seg at hoyra til í Kagganum ella í Club 20, sum eru teir báðir størstu náttklubbarnir í landinum.


Ov gomul og ov ung

Stigtakararnir til nýggja náttklubban ætla fyrst og fremst at leggja seg eftir at fáa fatur á teimum ungu gestunum, sum seinnu árini eru farnir at ganga í Kagganum. Hesin náttklubbi var upprunaliga mest fyri tilkomin, men hevur síðan broytt bæði útsjónd og tiltøk so hann passar betur til yngra ættarliðið. Hetta hevur eydnast væl hjá Kagganum, men stigtakararnir til nýggja klubban siga seg ikki vera í iva um at tað fer at eydnast at draga stóran part av "nýggja klientellinum" hjá Kagganum oman í »25:35«, sum nýggi náttklubbin kallast

Hin parturin av gestunum, sum »25:35« hevur hug á, eru tey, sum í veruleikanum ikki kenna seg heima í Club 20 og Casablanca, men sum kortini eru har, tí tey ikki hava aðrastaðni at fara, verður sagt.

Navnið avdúkar nokkso nógv um hvønn aldursbólk »25:35« ætlar at fáa inn um dyrnar, men sambært stigtakarunum er tað ikki bindandi, og aldursmarkið er sum á øllum øðrum skeinkistøðum í landinum 18 ár.


Royndarkvøld leygardagin

Nýggi náttklubbin verður innrættaður í veitsluhøllini í Havnar Klubba. Stigtakararnir hava gjørt avtalu um at langtíðarleiga hølið, og tann avtalan kemur í gildi um ein lítlan mánað.

Komandi leygarkvøld fer »25:35« at vera opin, men so letur hann ikki upp aftur fyrr enn tríggjar vikur seinni. Talan er um eitt royndarkvøld nú leygarkvøldið, og stigtakararnir leggja ikki lok á, at hetta hevur samband við at fyrsta vikuskiftið eftir ólavsøkuna plagar at vera eitt vælmannað kvøld í býnum.

Av tí at talan er um eitt royndarkvøld er ikki so øgiliga nógv gjørt við at broyta veitsluhølið í Klubbanum, men tað verður gjørt seinni, sigur ein av stigtakarunum, Petur Olsen.

Fyri fyrst er bert ætlanin at hava opið leygarkvøld, tá væl fleiri fólk eru í býnum enn fríggjakvøld. Til at draga fólk til nýggja staðið í býnum nú leygarkvøldið, hava teir fingið Ólavur Øster Band at spæla.

Havnar Klubbi hevur ikki annað við nýggja náttklubban at gera, enn at hann leigar hølið út. Men við at hava náttklubban í hesum hølunum, hava stigtakararnir longu tryggjað sær skeinkiloyvi, sum er ein ógvuliga umráðandi partur av náttklubbavirksemi.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder