Nýggjur dagstovnur reistur í Leirvík

Stovnurin, sum er ætlaður til 84 børn, verður liðugur á sumri í 2009 Mánadagin var flaggið vundið á stong í samband við at dagstovnurin við Brúsá í Leirvík er reistur. 26. juni í ár varð fyrsti spakin settur í, og tá fóru JHR Entreprenørar í gongd við at grava út og gera økið byggibúgvið.

Tað er Fjarðahús, sum byggir dagstovnin, sum er ætlaður til 84 børn. Tíðarætlanin hevur hildið, og eftir ætlan verður dagstovnurin klárur at taka í nýtslu á sumri 2009.

Nýggi dagstovnurin liggur ovarlaga í bygdini, beint niðan fyri Bygdarhúsið. Stórur dentur er lagdur á at fríðka um økið og samstundis at hava góð parkeringsviðurskifti við dagstovnin og Bygdarhúsið.

Samlaði kostnaðurin fyri nýggja dagstovnin er mettur til 17 milliónir krónur, verður sagt á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu.