Í dag, 1. oktober, er Jákup Fonsdal byrjaður í starvinum sum brunaumsjónarmaður hjá Vestmanna Kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni. Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv, har Jákup umframt at vera leiðari av Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, fer at gera brunaætlanir, váðametingar og fyrireika tilbúgvingarætlan. Somuleiðis fer hann at vegleiða og ráðgeva kommunalu umsitingina, stovnar o.a. um brunaviðurskifti.
Jákup Fonsdal avloysir Fríðálv Bláhamar, sum hevur røkt starvið sum brunaumsjónarmaður.