Nýggjur bankapakki á veg í Onglandi

Ikki kann sigast annað enn, at altjóða fíggjarkreppan stingur djúpt. Bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at eisini í Onglandi er nýggjur bjargingarpakki fyri bankarnar á veg Bara hesa vikuna, eru partabrøvini í teimum størru bankunum sum Barslays Bank og Royal Bank of Scotland fallin heili 40% og tey hjá Lloyds TSB við 30%..

Forsætisráðharrin Gordon Brown sigur við Financial Times, at ein loysn má finnast á teimum vánaligu útlánunum hjá bankunum. Tann fyrsti enski pakkin, var heldur øðrvísi enn tann fyrsti danski pakkin. Seinast peningur var sprændur inn í fíggjarsektorin, kom staturin at eiga upp til 40% av bankunum. Gordon Brown vil tó ikki, við tí nýggja pakkanum, at bankarnir verða 100% yvirtiknir av statinum. í vikuskiftinum skula forsætisráðharrin Gordon Brown og fíggjarmálaráðharrin Alistair Darling fundast við bankaleiðslurnar. Fjølmiðlarnir siga, at bankapakkin kann koma í gildi longu í næstu viku.