Fiskivinna
Nýggju trolararnir, sum P/F Beta letur byggja á Astilleros M. Cies í Vigo í Spaniu, vórðu flotaðir ávikavist 21. og 26. august. Skipini hava bygningsnummar 111 og 112.
Í Vigo eru einar 8-10 skipasmiðjur, og av hesum er M. Cies ikki ein av teimum stóru og heldur ikki ein av teimum gomlu.
Skipasmiðjan hevur júst leverað ein nýbygning til eitt felag í Spaniu, og áðrenn hesin varð latin, hevði M. Cies saman við báðum skipunum hjá Beta fimm skip í gerð samstundis.
Seinkaðir
Olaf Olsen, reiðari, sigur, at arbeiði við skipunum hevur gingið hampiliga væl, men nú tað líður ímóti endanum, er greitt, at trolararnir verða seinkaðir ein mánaða ella so.
- Sambært sáttmálanum skuldi yvirtøkan verða, 27. september, men nú verður hon ikki fyrr enn síðst í oktober.
Reiðarin sigur, at skipasmiðjan hevur havt nógv at gera, og orsøkin til seinkingina er, at heldur lítil arbeiðsorka hevur verið tøk okkurt skifti til føroysku trolararnar.
Nú skipini vórðu flotaði fyri einum mánaði síðan, vóru skrokkarnir málaðir upp til lúnningina, men brúgv, gálgar og mastrar vóru ómálað.
Á dekkinum vóru spølini ikki komin upp at standa, tí dekkið skuldi fyrst sandblásast.
Tá ið Sosialurin tosaði við Olaf mikumorgunin, visti hann, at tríggir mans frá maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, vóru farnir til Spaniu at seta arbeiðsdekkið upp.
- Hetta eru pavnar, kryvjilinja, flutningsbond og annað til dekkið og lastina, sigur hann.
Eingi nøvn
og skiparar
Olaf Olsen vil enn ikki siga, hvussu nýggju skipini fara at eita; tí eru nøvnini framvegis bara bygningsnr. 111 og 112.
Spurdur, hvørjir skiparar fara niður til Spaniu eftir trolarunum, sigur Olaf, at hann vil ikki tosa alment um nøvn enn.
Sosialurin ivast tó ikki í, at bæði nøvnini á skipunum og nøvnini á skiparunum eru komin uppá pláss, men eingin orsøk er hjá reiðarínum at avdúka hesi, fyrr enn tíðin er komin.