Í páskavikuni var entreprenørfelagið Kreton á Sandi og legði fyrstu fermetrarnar av asfalti á vegirnar í nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi.
Nú páskirnar eru lagdar afturum, heldur asfaltarbeiðið fram, eins og farið verður í holt við at seta upp lyktapelar og montera ljós.
Í Sands kommunu vísa tey á, at tá hesi arbeiði eru liðug, er bara eftir hjá Matrikulstovuni at seta neyvu mørkini í til tey 13 grundstykkini.
- Tá hetta er gjørt, verður klárt at selja nýggju grundstykkini. Níggju av hesum eru umbiðin, leggja tey í Sands kommunu aftrat.










